Suðurafrikanska Rosie Kunneke hevur seinastu tvey árini verið leiðari fyri átøkini hjá Sea Shepherd á landi í Føroyum. Í fjør hevði hon til tíðir yvir 50 fólk undir sær – í ár hava tey verið munandi færri.
Rosie Kunneke var ein av teimum, sum løgreglan í dag handtók í Bø. Løgreglan hevur skuldsett hana fyri at órógva grindadrápið.
Umframt Sea Shepherd leiðaran eru trý onnur fólk handtikin. Ein er úr Beliga, ein úr Fraklandi og ein úr Italia.
Tey verða verðandi í varðhaldi hjá løgregluni í nátt. Løgreglan kann afturhalda fólk í mesta lagi í 24 tímar, áðrenn tey mugu latast leys ella førast fyri ein dómara.