Sea Shepherd og Helle Thorning-Schmidt

Tað var stak óheppið fyri Javnaðarflokkin, at Helle Thorning-Schmidt herfyri kunngjørdi eina mynd av sær sjálvum saman við einum umboði fyri Sea Shephard, og eg ivist onga løtu í, at Helle Thorning-Schmidt hevur als ikki hugsað um hvørki hval ella Paul Watson, tá hon gjørdi tað.

Tað var stak óheppið fyri Javnaðarflokkin, at Helle Thorning-Schmidt herfyri kunngjørdi eina mynd av sær sjálvum saman við einum umboði fyri Sea Shephard, og eg ivist onga løtu í, at Helle Thorning-Schmidt hevur als ikki hugsað um hvørki hval ella Paul Watson, tá hon gjørdi tað.


Kortini slepst ikki uttanum, at tilburðurin rakar í eitt eymt stað í Føroyum, og uttan iva er hetta orsøkin til, at reaktiónirnar eru so ógvusligar.

Helle Thorning-Schmidt var ikki tilvitað um, hvørjar kenslur Sea Shepherd vekir í føroyingum. Í eitt hálvt ár hersetti felagsskapurin oyggjarnar í fjør og marsjeraði runt í bygdum bæði tíðliga og seint við tí einasta endamálinum at steðga okkara burðardyggu veiði eftir grindahvali. Hetta kendist sum ágangur, men hvør skilir tað í Keypmannahavn, og hvussu skulu tey skilja tað?

Uppsjóvarfiskur og aling næst
Stríðið við Sea Shepherd snýr seg um so nógv meiri enn grindadráp. Tað snýr seg um, at Sea Shepherd vil taka frá okkum rættin at veiða og liva av tí, sum havið kann geva. Grindin er bara byrjanin. Skjótt kunnu vit vænta, at víðgongdir umhvørvisfelagsskapir leggja seg eftir fiskiveiði við størri trolarum – m.a. eftir uppsjóvarfiski. Teir hava eisini eitt ilt eyga á alingini.

Samstundis síggjast avleiðingarnar av hesi misskiltu umhvørvisvernd í m.a. kópastovninum. Hann er nærum eksploderaður, so tað í dag eru umleið 17 milliónir kópar millum Grønland og Kanada.

Granskingarúrslit frá Strathclyde University í Glasgow vísa, at um kópastovnurin vestan fyri Skotland veksur við 30 prosentum, etur og drepur hann so nógvan tosk, at stovnurin hórar ikki undan. Hetta er hent m.a., tí ES hevur sett handilsbann fyri úrdráttum úr kópi og á tann hátt tikið grundarlagið undan aldargamlari veiðimentan í Grønlandi.

Sea Shepherd og felagsskapir av tí slagnum leggja onki í ta mentan og tey fólk, sum dagliga liva av náttúruni og brúka hana sum grundarlag fyri einum væl virkandi og burðardyggum samfelagi mitt í norðurhøvum.

Danmark heldur við ES
Eg veit, at Helle Thorning-Schmidt tekur ikki undir við Sea Shepherd, men vit mugu kortini spyrja: Tá tað kemur til skarpskeringar, og ES velur at taka støðu fyri sjónarmiðum, sum líkjast teimum hjá Sea Shephard, og ímóti føroyskum áhugamálum, hvørja støðu tekur Helle Thorning-Schmidt so?

Skulu vit døma hetta málið eftir tí stríði, Føroyar høvdu um makrelin og sildina við ES, er svarið einfalt: Hon má taka støðu fyri ES og ímóti Føroyum, tí loyaliteturin liggur fyrst í Keypmannahavn, so í Brússel, síðan í Nuuk og at enda í Føroyum.

Júst hetta er orsøkin til, at vit sum skjótast mugu endurskoða skipanarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, tí ríkið er komið í stríð við seg sjálvt. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja føroysk áhugamál umvegis ein stat, sum er okkara mótpartur.

Danmark eigur at taka undir við eini nýskipan av viðurskiftunum, tí alternativini til nýskipanina eru bara tvey: Annað er ein beinleiðis konfrontatión millum Føroyar og Danmark, og hin er, at vit fara undir kong og gevast at tosa um sjálvstøðu og gerast ómælandi finnur í talvinum hjá øðrum londum.

Men undir kong fara vit aldrin, og tí mugu Helle Thorning-Schmidt og Lars Løkke Rasmussen flyta seg. Tjóðveldi er til reiðar at flyta tey á teirra egna heimavølli - í fólkatinginum. Sera umráðandi er tí at stuðla greiðu tjóðskaparrøddini á valinum hósdagin.

Magni Arge, fólkatingsvalevni hjá Tjóðveldi