Grindin verður í løtuni hildin til í Vestmanna, og sum væntað er Sea Shepherd á staðnum og stroymar drápið beinleiðis á Facebook.
Hyggjaratalið liggur um 250, og tað er um sama talið av reaktiónum (t.e. likes og onnur smileys), ið stroymingin hevur fingið.
At síggja til frá upptøkunum er drápið um at vera av, men nakrir hvalir eru tó eftir, har tað ikki grynnir.
Myndafólkið leggur nógv fyri at fáa upptøkur, av tá hvalirnir verða skornir á háls, men viðkomandi leggur seg annars ikki upp í drápið.
Onkur kvinna hevur annars stillað seg við síðuna av myndafólkinum og greiðir frá, hvussu drápið fer fram, og hvat verður gjørt.
Tað er Facebook síðani Sea Shepherd Faroe Islands Campaign, ið stroymir beinleiðis frá Vestmanna.