Flestu føroyingar eru væl kend við tey trý Sea Shepherd skipini, Brigitte Bardot, Sam Simon og Bob Barker, ið hava siglt kring oyggjarnar síðstu mánaðirnar.
Tríkiljan Brigitte Bardot hevur verið í føroyskum sjóøki síðani Sleppið Grindini átakið byrjaði, meðan Bob Barker kom til Føroyar fyri gott trimum vikum síðani. Manningin umborð á Bob Barker fekk tó at vita, at tey vórðu noktaði innfararloyvi til Føroyar og skipið hevur síðani ligið uttanfyri føroyska sjóøkið.
Triðja skipið hjá felagsskapinum, Sam Simon, hevur verið í Føroyum í fleiri mánaðir, har tað hevur verið í hóslag við føroyskar myndugleikar. Millum annað var tað ein skjóttgangandi bátur hjá Sam Simon, ið føroyskir myndugleikar meta órógvaði grindaraksturin í Sandavági fyrr í ár.
Tað hevur verið trupult hjá Sea Shepherd skipunum at fingið proviant og olju í Føroyum, tí fleiri føroyskar fyritøkur sýta fyri at veita teimum tænastur. Tískil hava serliga Bob Barker og Sam Simon fleiri ferðir verið í Hetlandi fyri at keypa proviant og olju.
So seint sum í síðstu viku vóru skipini í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick, og tað eru ikki meira enn seks dagar síðani, at tey komu aftur til Føroyar. Men longu nú hevur annað skipið, Bob Barker, aftur sett kós móti Hetlandi. Óvist er hví skipið, ið ikki sleppur inn í føroyskt sjóøki, longu hevur valt at sett kósina aftur móti Hetlandi.