Fyri nøkrum døgum síðani, boðaði Sea Shepherd frá, at skipið hjá teimum, Sam Simon, var á veg til Føroya at vera við í átakinum ímóti grindadrápi her.
Hann fór úr Bremen í farnu viku, og skuldi steðga á í Hetlandi. Um vikuskiftið komu so boðini um, at hann hevði Loyst úr Lerwick við kós ímóti Føroyum og síðani hava bæði myndugleikar og einstaklingar roynt at hildið eyguni við skipinum.
Men nú er greitt, at hann kemur ikki higar, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu. Sam Simon hevur nevniliga broytt kór og fór til Noregs ístaðin, hagar hann kom til Tromsø í gjárkvøldið.
Í Noregi var sjóverjan fyri teimum, og fylgdu teinum inn ímóti Tromsø, har løgreglan gekk upp á skipið at kanna, um tey høvdu øll viðurskifti í rættlag, skriva norskir miðlar í morgun.
Sea Shepherd hevur boðað frá, at umframt at mótmæla í Føroyum í summar, ætla tey eisini at royna at forða norðmonnum og íslendingum at veiða hval.
Annars hevur Sea Shepherd gjørt rættiliga nógv um seg í suðurhøvum, har tey hava gjørt nógv um seg í seinast árini, serliga í sambandi við hvalveiðina hjá japanesarum, men nú flyta tey seg so norðuryvir.
Í Noregi eru tey líka ørg inn á Sea Shepherd, sum vit eru í Føroyum og tey stúra fyri hvalastingarunum
Tey vísa á, at tey í Sea Shepherd eru farin ógvuliga harðliga fram ímóti norðmonnum, og hava roynt at søkkja hvalastingarar.
Tey í Sea Sheperd eru ikki vælkomin í Tromsø, ella til Norðurnoreg yvirhøvur, sigur fylkisleiðarin í náttúrverndarfelagnum, Silje Lundberg, við Nordlys.
Akkurát sum føroyingar, føra norðmenn fram, at hvalaveiðaner burðardygg og at talan er um nógv umhvørvisvinarligari matframleiðslu, enn tað ber til at siga um bæði neytakjøt og svínakjøt.
Ein talsmaður fyri norsku sjóverjuna sigur hinvegin, at ongar ábendingar eru um, at Sea Sheperd ætlar at bróta lógina.
Sostatt hevur Sea Shepherd bara tríkiljuna, Brigitte bardot í Føroyum, í hvussu so er fyribils. Annars hava tey eisini boðað frá, at eitt triðja skip hjá teimum, Bob Barker, skuldi eisini koma til Føroya, men hann er so ikki komin enn.