Sea Shepherd tryggjar at grindadráp heldur fram

Sea Shepherd mótmælið í Føroyum var eitt sirkus – sigur fyrrverandi høgra hond hjá Paul Watson

Framferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum fer at tryggja, at føroyingar fara at halda fram at drepa grind.

Tað sigur Pete Bethune, fyrrverandi limur í Sea Shepherd og høgra hond hjá Paul Watson.

Hann fór úr felagsskapinum, tí hann varð ósamdur við Paul Watson og stovnaði ístaðin umhvørvisfelagsskapin, Earthrace Conservation Organization.

Sjálvur ætlaði Pete Bethune sær at koma til Føroya við tí endamáli at steðga grindadrápi við makt, men eftir eina kanningarferð her í 2011, avlýsti hann átakið.

 

Hann er sannførdur um, at beinleiðis átøk ímóti grindadrápi, sum Sea Shepherd hevur skipað fyri, tænir ongum endamál uttan at fáa føroyingar treiskast og at halda fram at drepa grind.

 

Nú Sea Shepherd fólkini eru farin av landinum, skrivar Pete Bethune á Facebook, at grindadráp torført at steðga av teirri einføldu orsøk, at tað er lógligt.

Tann, sum ivast í tí, skal bara fara í rættin við málinum.

 

- Einasti máti at steðga ógligum virksemi, at at fáa ein meiriluta í Løgtinginum at samtykkja at gera grindadráp ólógligt, heldur fyrrverandi Sea Shepherd maðurin.

Men eitt slíkt mál hevur ongan møguleika yvirhøvur, tí stórur meiriluti av føroyingum vil halda fram við grindadrápi og politikarar leggja einki í, hvat útlendingar siga, tí útlendingar hava ikki atkvøðurætt í Føroyum.

 

Hann skilr heldur ikki nógv av, at Sea Shepherd roynir at leggja trýst á Danmark fyri at fáa Donsku stjórnina at steðga grindadrápi

- Fyri at siga tað sum tað: Hetta er tvætl, sigur Pete Bethune.

- Føroyar eru ein virðismikil partur av Danmark. Londini bæði hava gott samstarv og danir virða eina føroyska avgerð um at drepa grind.

Og umhvørvismaðurin er sannførdur um, at royndin at leggja altjóða trýst á føroyingar, fer bara at fáa føroyingar at treiskast – og tað hevur bara fingið ferðafólkatalið í Føroyum at veksa.

 

Sjálvur sigur Pete Bethune, at hann bakkar ikki fyri bardaga. Men hann sigur, hvørt til sína tíð og at fara í stríð ímóti grindadrápi í Føroyum er ikki rætta stríðið.

- Vit hava tveir møguleikar. Antin fara vit í samskifti við føroyingar, ella fara vit í stríð við føroyingar – og tryggja, at grindadrápið fer at halda fram, kanska í allar ævir.

 

Pete Bethun staðfestir, at tað fer at taka tíð at fáa enda á grindadrápi, kanska eitt heilt ættarlið.

Hann vísir eisini á, at tilmæli ímóti at eta grind hevur eisini sína ávirkan og serliga ungar kvinnur, og børn, eru farin at eta nógv minni grind.

 

Sjálvur er hann ímóti grindadrápi, men hann sigur, at broytingin kann bara koma innanífrá í Føroyum.

Útlendingar kunnu hava sína ávirkan, men tá ið samanumkemur, eru tað føroyingar sjálvir sum mugu taka avgerðina, sigur hann.