Stóra átakið hjá djóraverndarfelagsskapinum, Sea Shepherd, sum eftir ætlan skuldi byrja í gjár, er útsett.
Scott West, sum er leiðari fyri øll tey sjálvbodnu fólkini frá felagsskapinum, sigur, at átakið er útsett til týsdagin 17. juni.
- Tað eru ymsar orsøkir til, at átakið ikki byrjaði í gjár, soleiðis sum tað annars skuldi. Men nú fáa vit teir seinastu snøklarnar upp á pláss, og so kunnu vit vónandi hava ein stóran tíðindafund tá, og fólk fáa høvi at heilsa upp á okkum, sigur Scott West og leggur afturat:
- Týsdagin verður eitt ordans kickoff, og tá kann átakið av álvara byrja, sigur Scott West.
Eftir ætlan skal átakið hjá Sea Shepherd halda fram til 1. oktober, og í hesum tíðarskeiðinum vera tilsamans 600 sjálvbodnir stuðlar frá felagnum staddir í Føroyum.