Sea Shepherd: Verður vístur av landinum

Ein maður frá Sea Shepherd er handtikin við rúsevnum uppi á sær. Jaspur Vang, sýslumaður váttar, at talan er um ein útlending, men ikki at talan er um mann frá Sea Shepherd. Tað váttar tó Sea Shepherd

Ein maður frá Sea Shepherd er handtikin við rúsevnum uppi á sær. Jaspur Vang, sýslumaður váttar, at talan er um ein útlending, men ikki at talan er um mann frá Sea Shepherd. Tað váttar tó Sea Shepherd.

 

Tað var ein útlendskur bilur við trimum ungum monnum í, sum politiið steðgaði á Kolavegnum í Hvalba.

 

- Politistarnir fingu illgruna um ólóglig evni, og tí vórðu teir tríggir menninir og bilurin tikin inn á politistøðina til nærri kanningar, og har var hald lagt á eina minni nøgd av rúsevnum, sigur Jaspur Vang.

 

Tað vísti seg, at tann eini maðurin átti rúsevnini, og hann varð fluttur til Havnar.

 

- Um viðkomandi játtar seg sekan, verður málið latið Útlendingastýrinum, sum síðani vísir mannin av landinum, og hann fær innferðarbann í eitt ár. Noktar maðurin hinvegin seg sekan, endar málið í Føroya Rætti, sigur Jaspur Vang.

 

Í aðrari grein á in.fo váttar Sea Shepherd, at maðurin er ein av teirra monnum, at hann úr Belgiar, og at allir limir verða gjølla kannaðir, áðrenn teir sleppa við í  herferðir hjá Sea Shepherd.