Skotski sjónleikarin Sean Connery er heimskendur fyri sínar mongu leiklutir í stórum filmum – millum annað í James Bond. Men nú sigur tann 77 ára gamli Sean Connery, at hann fer ongantíð aftur at spæla film. Connery var biðin um at verða við í nýggja Indiana Jones filminum, men hann vildi ikki.
- Tað er yvirstaðið. Eg fari ongantíð at spæla ein film aftur, sigur Sean Conenry við WENN.
Kona hansara, Micheline Roquebrue, ivast tí eitt sindur í, um Connery klárar at halda seg burtur.
- Hann hevur sagt tað tvær ferðir áður uttan at klára at halda tað, sigur hon.
Sean Connery var farin undir at skriva ævisøgu sína, men hann gavst aftur, tí hann fekk marruna av tí.