Samrøða
Fyri fýra árum síðan byrjaði Súsanna at bjóða fram samrøður, spøkilsishjálp og eisini homeparties. Vit hitta hana í heiminum í Avedøre. Ein stór íbúð í einum vanligum donskum íbúðarblokki. Á veggjunum hanga listaverk, ið Súsanna sjálv hevur gjørt. Vit hava longu tosað saman í telefon, men hon heldur, at tað kann geva mær betur innlit í hendan heimin, um vit royna at halda eina seansu. Hon spyr um at sleppa at “túna” inn á meg. Allir mínir fordómar um gamlar og mystikar konur, ið sita í myrkum kjallarum við sínum glaskúlum og Tarot-kortum fara í sor, tá fryntliga Súsanna letur hurðina upp ílatin eina ljósareyða blusu. Hon bjóðar okkum innar. Eg verið boðin at seta meg niður í eina heilt vanliga leðursofu, og fái ein heilt vanligan kopp av kaffi. Hetta tykist als ikki mystiskt.
- Eg havi longur “túna” inn á teg, sigur Súsanna, tá eg havi sett meg og tekur tvey A4 ørk, ið hon hevur skriva okkurt á.
Hon greiðir frá, at henni tørvar bert navnið fyri at “túna” inn. Hon hevur fleiri klientar, ið hon bert hittir yvir telefon, fleiri í Føroyum eisini.
Hon greiðir mær frá, hvør eg eri, um mína familju, hvussu eg var sum barn og um mínar synir. Hon er sera beinrakin. Greiðir mær frá, at eg skal halda uppat við at lata máltíðir gleppa upp í millum. Hett eri eg herviligur at gera, tá eg verið bitin av arbeiði. Nakað, ið hon eisini veit.
- Tá tú arbeiður verður tú lætt heilt vekk í tí, so vekk, at um ein bumba brast við síðuna av tær, so hevði tú ikki mist konsentratiónina, sigur hon og skjýtur upp, at eg seti mær fartelefonina at ringja, tá máltíðir eru. Eisini gevur hon mær kostráð, tí fordøjilisi ikki er betur enn næst best. Umframt, at hon biður meg drekka minnið vatndrívandi og meira vatn.
- Eg fái ilt í búkin, tá eg føli hvussu tú hevur tað, greiður hon frá.
Hon spyr ,um eg havi trupulleikar við andadráttinum, um eg havi astma ella havi havt astma sum barn. Tí hon merkir trupulleikar við andadráttinum. Tá eg ikki havi havt ella havi astma, biður hon meg halda meg burtur frá sigarettroyki og at minnast til at lata meg væl í í vetur, tí hetta kann eisini vera tekin um trupulleikar, ið eg fari at fáa.
Hon biður eisini meg hava meira álit á mær sjálvum, tá eg tosi. Tí meðan eg havi stóra tiltrúgv til míni skrivligu avrik, so kann eg hava tendens til at fløkjast í orðunum, tá eg skal frambera tað sama munnligt, sigur hon.
Á onkran hátt tykist hetta sum eitt slag av terapi ella ráðgeving. Hon vísir mær á síðir av mínum lívi, ið eg sjálvur hugsi ov lítið um, gevur mær ráð um hvussu lívsgóðskan kann gerast betur.
Eftir fyrstu “inntúningina” fer Súsanna í eina lætta transu. Hon fer nærri inn á meg sum persón, eg fái møguleika at spyrja um hvussu ymiskt í lívi mínum fer at ganga og annað tílíkt. Knappiliga sigur hon seg føla eina lága konu. Hon greiðir frá, at hetta er ein eldri dama, við hárinum knýttum aftan fyri í nakkanum og í fyrriklæði. Hon er bara komin fyri at heilsa uppá, og sigur at hon er errin av mær. Eisini er hon glað fyri at vera uppkallað. Daman sigur ikki hvør hon er. Men Súsanna greiðir mær frá, at hon hevur eitt nokkso speiskt skemtingarlag, og er ein ið eygleiður og sum er rættiliga skørp.
Eftir eina løtu í transu letur Súsanna atgongdina til hin heimin aftur og eyguni upp. Hon greiðir frá, at hetta er sera týdningarmikið, tí gjørdi hon ikki hetta og fór t.d. til handils, so hevði hon følt alt sum fólkini rundanum hana føltu, og allir andar høvdu kunna sett seg í samband við hana.
Í tí clairvoyanta umhvørvinum eru ymiskar reglur, tú sigur t.d. ikki einum klienti nær hann fer at doyggja, ella um hann vinnur í Lotto. Hetta eru reglur, ið Súsanna eisini livir eftir. Men hon vísur á, at nógv snýr seg um val, og ofta hava vit sjálvi fingið tekin, men lurta ikki eftir teimum. T.d. um hon sær, at ein klientur doyr fullur í eini ferðsluvanlukku, so sigur hon kanska við hann, at hann ikki skal koyra fullur. Ella um onkur verður yvirkoyrdur á veg heim frá seansuni, so biður hon tey ansað sær í ferðsluni. Boðini frá Várharra eru altíð yvir etiskum reglum í clairvoyanta umhvørvinum.
- Tað er ikki alt, ið fólk hava brúk fyri at vita, og tí er tað heldur ikki tungt fyri meg, at sita inni við vitan, um at tey skulu doyggja, tí hetta skal Várharra nokk halda skil á sigur hon. Men hann verjir vanliga eisini meg fyri tílíkari vitan.
Umframt seansir av tí slagnum, ið eg upplivdi, luttekur Súsanna eisini á sonevndum Homeparties. Her er vanliga talan um vinfólk, ið bíleggja tílíkar vitjanir. Á hesum eru ofta bert lættari evnið, ið verða tikin upp. Ofta er talan um fólk, ið kenna hvør annan væl, fyrst greiðir hon teimum frá um tey sjálvi, og síðan koma fólk hinumegin frá at forvitnast. Hetta er ofta stuttligt, greiður Súsanna frá.