Tað vóru 35 hval, sum løgdu beinini í grindini á Sandi í kvøld.
Sýslumaðurin á Sandi sigur, at grindin var 220 skinn, og at hon verður býtt í heimapartar og ikki bara í drápspartar, sum fyrr fráboðað.
Seðlarnir koma út á kaiøkinum á Sandi á midnátt.