Seðlarnir koma út klokkan 21

Nú er liðugt at merkja hvalirnar, sum løgdu beinini í grindini í Fuglafirði í morgun.

Talið gjørdist 265 hval.

 

Tað er avgjørt, at grindin verur býtt millum fólk í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu, og hartil fáa eisini fólk í Runavík, Strondum og Toftum grind.

 

Seðlarnir koma út klokkan 21, upplýsir Símun Abrahamsen, grindaformaður í Fuglafirði.