– Hetta er ein søguligur dagur

Seðlarnir koma út klokkan 22

Klokkan 22 koma seðlarnir út á kaiini á Oyrareingjum. Tað er avgjørt, nú teir eru lidnir at merkja grindina. 

 

Talan er um grindina, sum bleiv funnin seinnapartin í Tangafirði. Tá ið samanum kom, høvdu 53 hval lagt beinini. 

 

Sjálvt um tað var nógvur vindur, gekk drápið fyrimyndarliga væl, siga tey, sum vóru á staðnum. Ein teirra var Bergur Dam Jensen, grindaformaður. Hann fegnast um, at grind er hildin til í Kollafirði aftur.

 

– Hetta er ein søguligur dagur. Tað eru út við 40 ár síðan, at grind er hildin til her seinast, sigur hann. 

 

Grindin verður býtt í drápspartar. Skinnatalið er ikki greitt enn.