Seðlarnir koma út klokkan 6 í morgin

Tað upplýsir sýslumaðurin.

Ein grind legði beinini í Klaksvík í kvøld. Drápið gekk skjótt og væl, upplýsir Jens H. Jensen, sýslumaður.

 

– Tað er ikki liðugt at merkja, men roknað verður við, at hon er millum 40 og 50 hval, sigur hann.

 

Býtt verður í drápspartar, og seðlarnir koma út á Stongunum klokkan 6 í morgin árini.