Seebach í annaðkvøld, um øskan vil

Orsakað av øskuni, fær Rasmus Seebach ikki komið til Føroyar. Lendir hann í morgin, verður hann í Rex í annaðkvøld.

Rasmus Seebach skuldi framføra í Rex og vera við í Hvonn Live í kvøld, men øskan forðar enn einaferð flogferðsluni um Føroyar.

 

Tey, ið hava keypt atgongumerki til Rasmus Seebach í Rex, kunnu brúka tað í annaðkvøld ella fáa pengarnar aftur, sigur fyriskipari, Rúni Djurhuus. Kemur hann ikki í morgin, verður nýtt dato at síggja á facebook.

 

Í kvøld spæla Kim Hansen, Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe í Rex.