Seebach og Bare í kvøld

Stóri dagurin á Summar Festivalinum bjóðar konsertir við Rasmus Seebach, Bobby Bare og fleiri.

 

Leygadagurin er tann longsti festivaldagurin á Summar Festivalinum. Longu kl. 13.00 verður lagt til brots við Trøllaroki til børnini.

 

Kl. 14.30 fara X Factor stjørnurnar Basim og Babou at hava konsert á Vágsbøi, og í kvøld ber eisini til at uppliva poppstjørnuna Rasmus Seebach og countrylegenduna Bobby Bare.

 

Føroyskir bólkar spæla eisini konsertir á Vágsbøi, og í dag ber til at hoyra 4, Annu Faroe og Hjarnar spæla á stóra palli.

 

Tveir aðrir pallar bjóða eisini tónleik, og har fara eitt nú T.O.S, Divaz, Grandma’s Basement, Kim Hansen og Lív & The Zoo at spæla.

 

Seinasta framførslan á ársins Summar Festivali verður við Eyðuni & Terja í Flags tjaldinum í nátt kl. 03.00.