Segði pávan og Mandela vera deyðar

Amerikanska sjónvarpið CNN hevði í síðstu viku minningarorð um nakrar kendar menn. Men allir eru framvegis á lívi.

Tað er fáum beskorið at lesa síni egnu minningarorð, men hugdu pávin, Nelson Mandela, Fidel Castro, Ronald Reagan og Dick Cheney eftir heimasíðuni hjá CNN í síðstu viku, kundu teir lesa har, at teir vóru allir deyðir. Tí har hevði tann kenda sjónnvarpsstøðin minningarorð um teir og lívsverk teirra.

Talskvinnan hjá CNN, Edna Jophnson, sigur, at talan var um eitt mennsikjaligt mistak. Minningarorðini lógu á einari heimasíðu, sum bert starvsfólk hjá sjónvarpinum eiga at hava atgongd til, men av einari ella aðrari orsøk kundi almenningurin lesa minningarorð um teir kendu menninar, hóast teir allir eru á lívi. Men tað ráddi um at lesa skjótt, tí mistakið varð rættað 20 minuttir seinni.

Tað er annars vanligt, at tær stóru tíðindastovurnar hava minningarorð liggjandi tøk, sum sagt verður.