Hann segði seg vera flogskipara og slapp við flogfarinum sum flogskipari nummar 3.
Maðurin var arbeiðsleysur og úr Italiu. Tá funnið varð út av, at maðurin hevði fuppað manningina, varð hann handtikin av italsku løgregluni.
Tað var í lufthavnini í Torino, at maðurin, sum var í pilotbúna, varð stegaður við følskum ID-korti.
Flogfarið, ið hann sum flogskipari nummar 3 fley úr München til Torino í apríl í ár, var ogn hjá Air Dolomiti.
Flogfelagið heldur uppá, at maðurin ikki kann vera komin umborð á flogfarið uttan at hava havt ferðaseðil.
Løgreglan hevði leingi kannað upplýsingar um mannin, sum skuldi hava skapt sær ein falskan identitet sum Lufthansa-flogskipari.