Ein japonsk krukka, sum áður hevur avgjørt politiskar lagnur um høgar sessir í Fólkatinginum, verður tikin fram aftur í Fólkatinginum hesa vikuna.
Orsøkin er, at Liberal Alliance og Danmarksdemokratarnir báðir hava 14 sessir í Fólkatinginum, og tí verður lutakast teirra millum, hvør skal hava fimta sessin í formansskapinum.
Sum limur í formansskapinum fært tú eisini eina íbúð á Slotshólminum.
Teir báðir flokkarnir kunnu gera av at trekkja lut áðrenn mikudagin, tá fundur er í Fólkatinginum.
Ella teir bíðar til fundin í Fólkatingssalinum, har tað so verður lutakast, siga tey úr umsitingini í Fólkatinginum.
Soleðis var eisini eftir valið í 1998, tá Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum valdi ikki at atkvøða, tá formaður ella forkvinna skuldi veljast í Fólkatinginum. Vinstri hevði mælt til at velja Ivar Hansen, sum var virkandi formaður hendan dagin, og danski Javnaðarflokkurin hevði mælt til at velja Birte Weiss. Men av tí at Jóannes Eidesgaard ikki atkvøddi, stóð á jøvnum, 89-89. Og so mátti vera lutakast – sum Ivar Hansen vann.
Ein meiriluti í Fólkatinginum velur formannin, og tað var longu greitt leygardagin, at tað verður Søren Gade úr Vinstra.
Hini fýra umboða flokkarnar eftir stødd – undantikið flokkin, sum hevur fingið formannin.
Og av tí at Danmarksdemokratarnir og Liberal Alliance eru javnt stórir verður lutakast.
Formaðurin í Fólkatinginum fær somu løn sum forsætisráðfrúan.
/ritzau/