Tað seinasta blaðið hjá A-pressuni í Danmark, Aktuelt, er aftur komið í álvarsamar trupulleikar. Eftir at upplagið seinastu árini er minkað niður í helvt, samstundis sum LO hevur stuðlað blaðnum við meiri enn einari milliard krónum, fór leiðslan seinnapartin í gjár, hósdagin, á fund at gera av lagnu blaðsins, sum hevur 130 ár á baki, upprunaliga sum málgagn hjá donsku javnaðar- og arbeiðararørsluni.
Tað er einki nýtt sum so í tí, at Aktuelt er í trupulleikum, tí tað hevur blaðið verið so ofta seinastu árini. Fleiri ferðir eru royndir gjørdar at broyta blaðið. Í 1987 varð ein roynd gjørt at loysa blaðið frá fakfelagsrørsluni, og varð blaðið umdoypt til Det Fri Aktuelt. Sum blaðstjórar vóru settir teir báðir kendu sjónvarpsmenninir, Jørgen Flindt Pedersen og Erik Steffensen.
Men hendan royndin eydaðist ikki. Upplagið hjá Aktuelt í 1987 var upp á 60.000 bløð. Men tað er bara minkað síðani, og seinastu tølini frá De Danske Dagblades Forening siga, at talið nú er niðri á 25.300 eintøkum.
Hesaferð tykist kreppan koritni meiri álvarsom enn fyrr. Hans Jensen, formaður í LO og nevndarformaður í Aktuelt hevur fyrr sagt, at pínumarkið hjá Aktuelt er 25.000 eintøk.
Aktuelt heldur til í nýggju og supermodernaðu miðlahúsinum hjá Fagpressuni á Kalvbod Brygge í miðbýnum í Keypmannahavn.
Blaðið, sum upprunaliga var málgagn arbeiðaranna, hevur í dag ikki so stóran lesaraskara millum limirnar í LO. Kanningar vísa, at tað serliga eru akademikaraheim við inntøkum oman fyir 600.000, sum lesa blaðið.
Hvørja støðu leiðsla blaðsins fór at taka, visti eingin at siga fyri fundin. Men røddir hava verið frammi um at skipa blaðið sum eitt vikuskiftisblað ella bara sum eitt internetblað.