Seinasta bálið á bønum

Fyri seinastu ferð verður bál brent á bønum millum J. Paturssonargøtu, Mortansstovubrekku og Brekkugøtu í Havn. Um skamma tíð verður hetta økið gjørt til parkeringspláss

Í miðbýnum framvið J. Paturssonargøtu og Tróndargøtu í Havn er, so løgið tað ljóðar, ein órørdur bøur. Her er ein lítil oasa mitt í øllum meldrinum í høvuðsstaðnum, smáar 100 metrar norður og suður og kanska einar 60 metrar eystur og vestur. Her veksur gras, her eru heyggjar, her eru stórir og vakrir klettar, fleiri av teimum hava nøvn: t. d. »Flaggsteinurin« og »Trappusteinurin«. Nøvnini hava sjálvsagt børnini, sum gjøgnum tíðirnar hava spælt her, funnið uppá. Seinastu árini hevur onkur eisini funnið uppá at prýða bøin við trøum og runnum. Men serliga man bøurin vera kendur fyri tær nógvu sóljurnar, sum spretta fram við rennunum, tá ið várið fer at blóma.
At hetta stað hevur stóran týdning fyri øll, sum búgva í økinum, man vera óneyðugt at siga. Her ber til at spæla, uttan at hava ótta fyri bilum, her eru mangar »hyttur« bygdar gjøgnum tíðirnar o. s. fr. Her hevur eisini borið til at brenna bál á nýggjárinum, her er jú nóg langt frá húsum.
Men nýggjársaftan 2003 kl. 20 verður seinastu ferð, at nýggjársbál verður tendrað her.
Og sóljurnar tær verða ikki at síggja aftur, tí um stutta tíð er hesin bøur ikki til meira. Tíðliga í heyst frættist í útvarpinum, at Býráðið dagin eftir fór at hava mál til samtyktar um at gera parkeringspláss á bønum, eitt sonevnt »grønt« parkeringspláss. Og Býráðið samtykti, einmælt sigst.
Íbúgvararnir í grannalagnum stóðu allir sum kánus, eingin hevði frætt so mikið sum eitt kis um hesar ætlanir. Síðani er hent tað, at grannafelag er sett á stovn og broytingaruppskot og ynski eru sett fram, sum kunnu vera við til at varðveita trivnaðin í økinum. Men higartil hevur einki av hesum vunnið frama, og í hesum døgum verður arbeiðið boðið út.
So nýggjársaftan 2003, kl 20 verður seinasta nýggjársbálið á bønum tendrað.
Bálfyriskipararnir hava tey boð, at ein góður máti at vísa samanhald og hevja ynskið um at fáa trivna og góð viðurskifti í økinum er, at eitt stórt og flott bál at fer at brenna og lýsa yvir økið.