Seinasta barnið enn í lívsvanda

Bretski læknin Abdul Shakoor, sum misti konuna og fýra av teirra fimm børnum, tá eldur kom í hús teirra, liggur enn á sjúkrahúsi saman við tí einasta barninum, sum enn er á lívi. Tað er ein trý ára gomul genta, men læknarnir siga, at hon er framvegis í lívsvanda.

Sky News sigur, at Abdul Shakoor bar eitt av børnunum út úr teimum brennandi húsunum, og at hann fekk nakað av skaða sjálvur og fær tí viðgerð á sjúkrahúsinum.

Kona hansara, Sabah Usmani, doyði saman við tveimum synum, sum vóru 11 og seks ára gamlir, og einari 12 ára gamlari dóttir. Tað fjórða barnið, ein níggju ára gamar drongur, doyði dagin eftir á sjúkrahúsinum - sama sjúkrahúsi, sum pápin arbeiðir á.

Bretska løgreglan hevur sagt, at hon kannar, um onkur setti eld á húsini.