Edvard Joensen
Í annaðkvøld verður seinasta flagið lagt á nýggja Tórsvøllin. Og ætlanini er at gera eina rættiliga hugnaløtu burturúr.
Poul Michelsen, primus motor, sigur, at teir hava skipað fyri tónleiki, ókeypis pylsur og ísur verður at fáa, umframt at ymsir leskidrykkir eisini eru til taks.
Tað er Føroya Bjór, sum hevur latið tað flótandi, og P/F Poul Michelsen stuðlar við pylsum og ísi. Ókeypis, skilst. Umframt verður tónleikaannlegg sett upp, sum fólk eisini fer at passa ókeypis, meðan onnur rulla flag.
Poul Michelsen sigur, at teir í fyrsta lagi serliga venda sær til limirnar í fótbóltsfeløgunum í kommununi. AB, HB og B36. Men sjálvandi eru øl onnur eisini vælkomin.
Hann sigur, at teir rokna við at skulu brúka umleið 50 fólk í senn. Men gongur, sum væntað og vónað, verða fleiri lið, so til ber at skifta.
Øll kunnu jú ikki rulla alla tíðina. Onkur skal vera at eta pylsurnar.
Hugsanin aftan fyri hetta tiltakið er líka nógv pedagogisk sum vinnulig, sigur Poul Michelsen. Tað er líkasum fyri at geva fólki eina kenslu av, at tey eiga í vøllinum og gerast góð við hann. Ein slíkur vøllur skal eisini verjast. Tað ber hóast alt ikki til at brúka hann sum dagligt spælipláss.
Og tað er helsur ikki so lítið, sum leggjast skal. Einir 10.000 bøkkar tilsamans. Sum er, eru umleið 6.000 lagdir, so hóskvøldið skulu 4.000 bøkkar leggjast aftrat.
Annars gongur arbeiðið í Gundadali við fullari ferð. har broytist hvønn dag.
Áskoðaraplássini eru komin at standa, og í gjár vórðu elementini til húsið sett upp.
Hetta húsið skal rúma umklæðingarhølum, pressuhølum, VIP¹ara hølum og onkrari skrivstovu.
Poul Michelsen sigur, at miðað verður í móti at fáa pressuhølini liðug til fyrsta dystin, sum ætlandi skal spælast á vøllinum tann 9. juli.
Men ymiskt bendir á, at umklæðingarrúmini verða ikki liðug til ta tíð. Tí verður arbeitt við at fáa udantaksloyvi frá UEFA at brúka verandi umklæðingarrúm í HB og B36 húsunum, sum jú eru grannar.
Seinnapartin í gjár skuldi ein fundur vera við UEFA umboð, sum eru í Føroyum í samband við landsdystin móti Bosnia Herzegovina, sum verður á Svangaskarði í kvøld.