Árliga steypakappingin hjá floggbóltsfelagnum, Dráttur, verður leikt á Giljanesi vikuskiftið 25. og 26. mars.
Kappingin er fyri allar vaksnamannadeildir hjá kvinnum og monnum, og tá allar aðrar kappingar tá eru liðugt leiktar, verður hetta samstundis eitt punktum fyri kappingarárinum 1999/2000.
Nú leikararnir í allan vetur hava stríðst til tess at vinna sær so góð úrslit sum gjørligt, er ivaleyst mangt og hvat at tosa um, og tískil verður eisini skipað fyri dansi í bygdarhúsinum í Miðvági.
Dráttur boðar frá, at tey, sum ynskja at luttaka, eiga at siga frá hesum fríggjadagin 17. mars á tlf. 333009 millm kl. 21.15 og 22.30