ÓLAVUR Í BEITI
Tað er Torbjørn Jacobsen, sum sat á tingi fyri Signar á Brúnni, sum setti fiskimálaráðharranum upp í fleiri spurningar, og hevur Jørgen Niclasen nú svarað Torbirni Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmanni.
Torbjørn Jacobsen spyr fyrst um lán skrásett tann 27.03.1998, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið, talan er um? Talan er um eitt gjaldførislán uppá tilsamans 6 mió. kr, sum er veitt P/F Christian í Grótinum. Talan er um nótaskipið »Christian í Grótinum«, svarar Jørgen Niclasen.
Avdráttarfrítt
Hvør er orsøkin til, at nevnda gjaldførislán varð veitt, og undir hvørjum treytum varð hetta játtað, spyr Torbjørn Jacobsen, og fiskimálaráðharrin svarar, at M/s »Christian í Grótinum« kostaði umleið 103 mió. kr. at byggja. Fígging fekst til vega frá Føroya Realkreditstovni og frá Den Norske Bank. Í hesum sambandi søkti reiðaríið eisini landsstýrið um fígging, og varð teimum játtað tilsamans 6 mió. kr. í gjaldførisláni soleiðis, at 1,5 mió. kr. vórðu goldnar í 1998, 3 mió. kr. í 1999 og 1,5 mió. kr. ár 2000. Rentan á gjaldførisláninum er í løtuni 5,5%.
? Viðvíkjandi gjaldførisláninum er annars at siga, at tað er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini, og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Tað skal viðmerkjast, at hetta er seinasta gjaldførislán, sum er veitt sambært løgtingslóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, sigur Jørgen Niclasen.
Skuldin 52 nió.
Viðvíkjandi spurninginum, hvussu fíggjarstøðan hjá viðkomandi lántakara var, tá ið gjaldførislánið varð veitt, svarar Jørgen Niclasen, at sambært konsernroknskapinum hjá P/F Christian í Grótinum fyri 1997, átti og rak konsernin táverandi m/s Christian í Grótinum og átti partabrøvini í P/F Palli, sum átti og rak m/s Palli hjá Mariannu, sum síðani eisini er seldur.
? Ársúrslitið fyri 1997 sambært roknskapinum varð eitt undirskot uppá kr. 776.000,-. Felagið hevði í 1997 eina samlaða skuld uppá kr. 52.563.000,- meðan eginpeningurin varð 21.656.000,-, ið svarar til 41,2 %, verður upplýst í svarinum hjá fiskimálaráðharranum til fyrra part av fyrispurninginum hjá Torbjørni Jacobsen.