Seinasta lastin á ES marknaðin

Í gjár sendi Norðborg og Christian í Grótinum seinastu lastina inn á ES marknaðin á hesum sinni.

Godafossur fór av Klaksvík við 3000 tonsum av ymiskum fiskavørum. Har ímillum 1700 tonsum av sild og makreli, og goymlsurnar hjá Norðborg og Christiani í Grótinum eru nú tómar.

Poul Huus Sólstein, sølustjóri, sigur við in.fo, at teir valdu at fáa alt avstað, áðrenn ES stongir sínar havnir fyri innflutningi úr Føroyum.

- Hetta er djúpt frustrerandi. Síðstu árini hava vit lagt okkum eftir at fáa besta prísin fyri okkara rávøru, og í dag er Norðborg tað skipið í uppsjóvarflotanum, ið fær mest burtur úr hvørjum kilo av rávøru. Nú verður alt okkara arbeiði skúgvað til viks, fullkomuliga gjørt til einkis. Og tað er ein syrgilig støða, sigur Pól Huus Sólstein við in.fo

Áralanga arbeiði at byggja upp góð viðurskiftir við kundar í ES, er nú í vanda. Pól Huus Sólstein sigur eisini, at tað ber til at selja sildina og makrelin á øðrum marknaðum, men tað verður ikki til sama prís sum á ES marknaðinum.

Leiðin hjá Godafossi gekk fyrst til Tórshavnar, síðani til Pólands, Hálands og Danmark.

Mynd: Dávur Winther