Tað eru nýggjar tíðir í Føroyum. Eitt harkalið av sjálvrættvísum fanatiskum religiónsfundamentalistum herjar landið við sínum miðaldarliga menniskjasýni. Hetta mannahatska ormasáðið hevjar sítt trongskygnissvørð ímóti tolsemi og fyrigeving og allari frælsari hugsan, og nýtir Bíbliuna sum høggustabba í andaligu avhøvdanini av øllum teimum, sum ikki hava sama skallamát, sum hesir myrkursins apostlar. Ófatuligt sum tað er, so eru tað landsins yngstu synir, sum leiða hesa farisæisku herferðina. Ein herferð, sum byggir á eina bíliga dogmatiska læru, sum sigur, at teir, og teir aleina, hava rætt. Einki kann sigast, sum fær teir at broyta hugsan, tí teirra fatan er ikki til diskussión. Teir, og teir aleina, hava sæð sannleikan.
Dogmatisma
Dogmatisma var vanlig í miðøldini. Tann, sum ráddi fyri borgum, ráddi eisini fyri hvat var rætt og hvat var rangt. Segði valdsharrin, at Jørðin var fløt, so var hon fløt, og tann sum vágaði sær at siga nakað annað, hann misti høvdið. Dogmatisman misti, sum frá leið, sína megi í vesturlendskari hugsan. Í staðin fyri dogmatismuna kom tann frælsa hugsanin, sum í sær sjálvari var fortreytin fyri øllum tí framburði vesturheimurin hevur sæð seinastu øldina. Møguleikin fyri og rætturin til at seta spurningar við gamlar fatanir eru avgerandi fortreytir fyri, at nýggjar hugsanir og fatanir kunnu koma fram og vera royndar. At kúga ta frælsu hugsanina er at kúga tað dýrasta í menniskjanum. Og tann sum kúgar menniskju er ein bøðil.
Politiskt vaktarskifti
Eisini á politiska vígvøllinum hevur vaktarskifti verið. Hóvliga politiska orðaskiftið er avloyst av einum hvøssum orðadrátti, sum í fleiri viðurskiftum minnir merkiliga nógv um áðurnevndu átrúnaðarligu herferð, sum í hesum tíðum vitjar land okkara. Felagsnevnarin er dogmatisma. At høggustabbin hevur onnur nøvn, so sum ìfólkarætturî, broytir einki.
Sakligi Sjúrður
Sjúrður Skaale, hvørs borgarliga starv, eftir hvat skilst, í løtuni er at samskipa arbeiðið við teirri hvítbók, sum landsstýrið ætlar skal vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um fullveldi, hevur í Dimmalætting 20. apríl eina grein undir heitinum »Tað lovaða landið hjá Eidesgaard«. Í greinini sigur Sjúrður, at uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrislóg er »fupp og svindil úr enda í annan«. Tak tað! So er tað sagt! Sjúrður hevur talað! So sannførandi og sakliga kann tað sigast!
Men lat alt tað fara. At Sjúrður Skaale hevur verið í skúla hjá arbeiðsgevara sínum er tíðiligt. Og so er ikki meira um tað.
Hvat veit Sjúrður...?!
Orsøkin til, at eg ditti mær til, enn einaferð, at tala mitt ímóti Rom, er, at Sjúrður í grein sínari avdúkar eitt væntandi innlit í motivini hjá Javnaðarflokkinum, sum er sermerkt fyri allan fullveldisveingin. Áðrenn meira verður sagt, skal eg tó undirstrikað, at eg eri ikki talsmaður Javnaðarfloksins, men eg loyvi mær at halda, at mítt innlit í virksemið Javnaðarfloksins er hópin meira kvalifisera enn tað hjá Sjúrði.
Tann stóra misskiljingin
Sjúrður skrivar, at ìmálið hjá (Javnaðar)flokkinum er fullveldiî. Men her fer Sjúrður skeivur. Málið hjá Javnaðarflokkinum er ikki fullveldi. Málið hjá Javnaðarflokkinum er eitt sosialt rættvíst samfelag, har pláss er fyri øllum. Málið hjá Javnaðarflokkinum er eitt samfelag har tey sterku hjálpa teimum veikaru. Málið hjá Javnaðarflokkinum er at føra ein politik, sum hevur til endamáls støðugt at betra um livikorini hjá teimum ringast fyrikomnu. Javnaðarflokkurin setur vælferðina hjá einstaklinginum í hásæti. Hetta eru politisku mál Javnaðarfloksins.
Vælferð borgarana er málið
Javnaðarflokkurin hevur tískil ikki sum mál, at innseta nakra ávísa stýrisskipan. Harafturímóti ásannar Javnaðarflokkurin sjálvandi, at summar stýrisskipanir eru betri skikkaðar enn aðrar til at tryggja øllum samfelagsborgarum góð og trygg livikor, soleiðis sum Javnaðarflokkurin vil. Góðskukrøvini til eina slíka stýrisskipan eru m.a. at politiska valdi útgongur frá fólkinum og at fyrisitingarliga valdi er undir neyvum eftirliti, til tess at tryggja borgarunum rættvísa og rímiliga viðferð.
Ringur standur í Føroyum
Hvørki av hesum góðskukrøvum eru uppfylt í Føroyum í dag. Málið um Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin (Dimm. 05.05.99) er eitt talandi dømi um, at tað er Landsstýrið og ikki tað fólkavalda Løgtingið, sum lóggevur í Føroyum. Landsstýrið er ikki fólkavalt, og politiska valdið í Føroyum útgongur sostatt ikki frá fólkinum.
Fyrisitingarliga valdið í Føroyum arbeiðir ikki fyri at tryggja føroysku borgarunum rættvísa og rímiliga viðferð, og eingin eftirlitsstovnur er til at átala henda skeivleika. Almennir stovnar hirða ikki at svara borgarum uppá fyrispurningar og umsóknir, sjálvt um lógin greitt áleggur teimum at gera hetta innan ásettar tíðarfreistir. Og borgarin hevur ongastaðni at fara fyri at kæra sína neyð.
Búskaparligt sjálvbjargni
Hesi viðurskifti vil Javnaðarflokkurin hava í rættlag. Eisini vil Javnaðarflokkurin tryggja føroyska samfelagsbygnaðin búskaparliga, fyri soleiðis at minka mest møguligt um vandan fyri eini nýggjari búskaparkreppu, sum altíð vil raka tey veikastu harðast. Javnaðarflokkurin vil tí arbeiða fyri at gera Føroyar til eitt búskaparliga sjálvbjargi samfelag.
Politikkur er búskaparstýring
Tað er greitt, at búskapur og politikkur eru neyvt samantvinnaðir. Politikkur snýr seg fyrst og fremst um at stýra samfelagsbúskapinum. Tí er tað eyðsýnt, at eitt búskaparliga sjálvbjargi samfelag sum einki kann vera eitt politiskt sjálvstýrið. Men tað øðvugta er nakað tvætl. Eitt samfelag, sum ikki sjálvt er harri yvir búskapinum, kann ikki vera politiskt sjálvstýrandi, hvussu fegin tey so vilja. Tí tann sum stýrir búskapinum, stýrir samfelagnum.
Fáa tey hundin í jørðina?
Her liggur hundurin, sum Høgni Hoydal & Co. nýta alla sína orku til at fáa grivnan niður. Men tað fer ikki at eydnast tí tað kann ikki eydnast - heldur ikki við at seta professionellar propagandamakarar í starv í Landsstýrinum. Samgongan roynir at billa fólki inn, at bert vit fáa politiskt fullveldi, so kemur alt hitt - eisini búskaparliga sjálvbjargni - aftaná. Men hvørjum skulu føroyskir politikarar ráða yvir, um ikki føroyska búskapinum? Sig mær tað Sjúrður!
Sjálvstýri ella fullveldi
Lat meg fyri ein ordans skyld enda við at nevna, at stórur munur er á hugtøkunum fullveldi og sjávstýri, sjálvt um Sjúrður Skaale roynir at gera Jørðina flata. Sjálvstýri hevur eitt land, sum hevur evsta vald hjá sær sjálvum, men sum samstarvar við onnur lond um t.d. uttanríkis- og verjupolitik. Mong sjálvsstýrandi lond eru til, sum ikki hava fullveldi. Eitt nú hava nógvar av oyggjunum í Írska havinum fullkomi innlendis sjálvstýri, hóast tær eru í ríkisfelagsskapi við Bretlandi. Tíverri Sjúrður, ov illa var lisið!
18.05.99