Seinasta royndin miseydnaðist

Arbeiðsgevararnir góvu feløgunum í verkfalli eitt tilboð um lønarhækking, sum liggur umleið 3,90 krónur um árið. Arbeiðarafeløgini vrakaðu tilboðið, men førkaðu seg undir samráðingunum heilt niður á umleið 4,80 krónur. Sostatt er tað bara umleið ein króna upp á tímalønina, sum skilir partarnir í verkfalli

Verkfallið er skorið niður til at snúgva seg um eina krónu.
Tað var úrslitið aftaná seinastu royndina at semjast, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tók stig til týsdagin.
Nú skuldi røkka ella støkka. Beint eftir klokkan 9 týsmorgunin hittust partarnir. Men longu eftir samráðingar í góðar tveir tímar kundi stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, staðfesta, at royndin miseydnaðist.
? Vit komu ikki á mál, og tað harmast vit sjálvandi um. Vit bjóðaðu arbeiðarafeløgunum aftur til samráðingarborðið, har vit samráddust við einum grundarlagi, sum lá millum 3,70 og 4 krónur um tíman í lønarhækking við eftirløn. Men eftir fundin kunnu vit staðfesta, at tað grundarlagið er ikki til staðar. Feløgini í verkfallið liggja framvegis nakað omanfyri. Nú møtast partarnir ikki aftur. Hetta var okkara síðsta roynd, tí vit kunnu ikki liva við einari hægri lønarhækking, sigur Jan Mortensen.
Ikki bar til at fáa ein viðmerking frá Ingeborg Vinther, forkvinnu úr Føroya arbeiðarafelag ella nøkrum øðrum, ið umboða tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli: Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðsmannafelag, Havnar arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag.

Ein króna á muni
Hóast partarnir nú eru farnir hvør til sítt, so er ikki so langt millum teir longur, sum tað hevur verið. Grundarlagið hjá arbeiðsgevarunum varð sum nevnt at samráða seg til eina loysn, sum lá millum 3,70 og 4 krónur, men samstundis leggja teir dent á, at tað ikki merkir fýra krónur. Helst umleið 3,90 krónur um árið íroknað eftirløn.
Arbeiðarafeløgini hava higartil tvíhildið um, at tey ongantíð hava vikað seg frá teimum 8 krónunum í lønarhækking um árið. Men Sosialurin skilir, at feløgini nú eru komin niður í góðar fýra krónur í lønarhækking, pluss eftirløn, so at samlaða lønarhækkingin liggur um 4,80 fyri tíman um árið næstu tvey árini. Ella sagt øðrvísi, tað er stórt sæð bara hækkingin í eftirlønini, sum liggur ímillum partarnar.
Kortini bar onki til, og partarnir fóru til sítt umleið klokkan 11 fyrrapartin týsdagin.

Sá annars bjart út
Tað sá annars út til, at partarnir høvdu veruligan hug at finna eina semju týsmorgunin. Umleið klokkan 9.10 hittust partarnir í kjallaranum í húsunum hjá Havnar arbeiðskvinnufelag í Havn. Uttanfyri var heiður himmal og fuglaljóð, og lagið var gott, tá tey tólv samráðingarfólkini, ið umboðaðu arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, tóku í hondini á veg til samráðingarborðið, ið var stillað í runding.
Longu eftir tíggju minuttum varð fyrstu stegður í samráðingunum. Arbeiðarafeløgini fóru uppá til nevndarlimirnar í teimum fimm arbeiðarafeløgunum, sum sótu og bíðaðu, at lodda dýpið. Stutta løtu fóru tey niður aftur í kjallaran, og soleiðis gekk slagið nakrar ferðir. Til tað um ellivu tíðina slitnaði.
Arbeiðarafeløgini vildu ikki koma niður at samráðast við støði í grundarlagnum hjá Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðsgevarafelag.

Tveir møguleikar
Landið liggur í andaleypi, og spurningurin er nú, hvat hendir. Feløgini hava ikki meira at tosa um, og tí eru bara tveir møguleikar eftir. Antin koma semingsmenninir upp í leikin, tí nú er bara ein króna ímillum. Ella leggur løgtingið uppí.
Løgtingslimir fingu mánadagin tey greiðu boðini frá Havbúnaðarfelagnum, at verður onki gjørt nú, og verkfallið heldur fram í daga- kanska vikuvís, so lata nøkur alivirki ikki uppaftur. Sostatt noyðist løgtingið helst at leggja uppí. Um ikki annað fyri at gera undantøk fyri alivinnuna.
Helst var tað ein forkláringstrupulleiki, sum beindi fyri síðstu royndini. Tað hevði verið torført hjá arbeiðarafeløgunum at greitt sínum limum frá, hví tey hava verið í verkfalli so leingi fyri eini loysn, ið líkist seinasta semingsuppskotinum frá semingsmonnunum.
Hinvegin liggur 3,70 krónur á borðinum sum seinasta semingsuppskot, og tað verður hetta, sum løgtingið skal taka stig til í einum møguligum politiskum inntrivi. Kanska hildu arbeiðarafeløgini, at 20 oyru vóru ov lítið at boyggja seg fyri.
Í góðveðrinum uttan fyri samráðingarhølið tóktist tað eisini at vera støðan.
? Nú hava vit stríðst so leingi, at nú selja vit okkum ikki fyri onki, segði ein nevndarlimur.