Tað var óheppið, at Sambandsflokkurin ikki kom í samgongu eftir valið.
Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Á landsfundinum hjá flokkinum í morgun stgaðfesti hann, at nú liggur valdið hjá eini samgongu, ið rekur fullveldispolitikk, og setir vælferðina í vanda - og tað er við vælsignilsi frá Javnaðarflokkinum.
- Hetta er ikki bara óheppið, tí hetta er hasardspæl við føroyingum og okkara felags framtíð, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at tað er tann drúgva tíðin í samgongu, sum hevur kostað Sambandsflokkinum.
- Tað hevur eisini skatt okkum, at flokkurin í ov lítlan mun hevjaði tey góðu sosial-liberalu virðini, heldur hann
- Og týdningurin av Ríkisfelagsskapinum kámaðist til tíðir, leggur hann afturat.
- Og vit mugu staðfesta, at úrslitið av at fara í samgongu við ein ultra - høgravendan flokk var vánaligt,
Men Bárður á Steg Nielsen sigur, at síðani valið, hevur flokkurin rannsakað seg sjálvan og hann ivast ikki í, at flokkurin hevur lært av hesum.
- Vit megna at rætta kós fyri okkara flokk, og vit koma styrkt út hinumegin, sigur Bárður á Steig Nielsen.