Hondbóltur
Mest dramatiski dysturin í Klaksvík í hesum kappingarárinum endaði við, at heimaliðið fekk bæði stigini, hóast útiliðið leingi líktist vinnara av dystinum.
Stjørnan skinklaði í stórum pørtum av dystum, og tær løturnar, Neistin fekk sítt spæl at ganga, tóku havnakvinnurnar seg fram um við fleiri málum. Tær kláraðu tó ongantíð at halda fast um leiðsluna, og ábendingar vóru allatíðina um, at Stjørnan kundi koma afturíaftur, um tær bara fingu skil á spælið hjá sær.
Neistin byrjaði dystin sannførandi, og fyrsta korterið lýsti Neistin bjartari enn Stjørnan. Tær hildu púra tætt í verjuni, samstundis sum álopsspælið var flótandi og uppfinnsamt. Stjørnan kláraði ikki at steðga Neistanum, tá tær løgdu trýst á, og var tað ikki onkur av bakspælarunum, sum sendi bóltin í málið, so syrgdu snildisligu fríspælingarnar av strikuni fyri, at Neistin fekk nógv mál fyrsta partin av dystinum.
Stjørnan ressaðist
Tá eitt korter var spælt var Neistin á odda 8-3, og hesa løtuna var eingin ivi um, hvat av liðunum var omaná. Neistin legði harðliga fyri, og tað tók heimaliðið á bóli. Álopsspælið hjá Stjørnuni gekk illa, og hevði tað ikki verið fyri toppskjúttan, Simonu Dzuigyte, sum viðhvørt bara hoppaði upp og drønaði í kassan, so hevði staðið illa til hjá heimaliðnum.
Seinasta partin av fyrra hálvleiki kom Stjørnan fyri seg. Verjuspælið gjørdist meira kontant, og hetta steðgaði flótandi spælinum hjá Neistanum. Í hinum endanum vóru onkrir glottar at síggja, men tað var fyrst og fremst Simona Dzuigyte, sum helt Stjørnuni inni í dystinum.
Tá liðini fóru til hálvleikssteðgin var bara eitt mál á muni, og tað var líkt til, at Stjørnan var komin fyri seg aftur, og at Neistin skuldi fara at fáa tað trupult í seinna hálvleiki.
Men so var ikki.
Stjørnan legði seg fram um fyri fyrstu ferð í dystinum, tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men so vaknaði Neistin aftur, og tær tóku seg um reiggj.
Næstu løtuna høvdu tær úr høvuðsstaðnum munin, og tær øktu leiðsluna upp í trý mál. Tá var eitt korter eftir av dystinum, og Stjørnan fekk ein seinasta kjans at vinna seg inn í dystin aftur.
Tað eydnaðist eisini hjá Stjørnuni, og tað var fyrst og fremst takka verið góðum vongspæli og málmansspæli. Anna Kristina Samson gjørdi trý frálík mál av vinstra vongi, og hon fekk eisini tvey brotskøst, sum gjørdu góðan mun. Í málinum bjargaði Agné Masenaite fleiri ferðir frálíka væl, tá Neistakvinur høvdu gyltar møguleikar.
Hetta gjørdi, at støðan var 20-20, tá tveir minuttir vóru eftir at spæla. Neistin fekk ein seinasta kjans at gera mál, men tað bar ikki til.
Dramatiskur endi
Stjørnan slapp so í sítt seinasta álop, tá tað var ein hálvur minuttur eftir at spæla. Neistin var í undirtali, og ein støða endaði síðani við, at ein Neistakvinna afturat var tveitt út í tveir minuttir. Tá vóru átta sekund eftir at spæla, og teir seks Stjørnuspælararnir høvdu sín seinasta møguleika móti teimum fýra hjá Neistanum.
Stjørnuvenjarin kallaði sínar spælarar í samráð, meðan KÍ-høllin kókaði, og tað var greitt, at nú skuldi eina ætlan leggjast fyri seinasta skotið. Tann ætlanin tók ongan á bóli, tí lagt var upp til, at Simona Dzuigyte skuldi avslutta.
Tað gjørdi hon, men Neistamálverjin bjargaði.
Onkursvegna eydnaðist tað í eini skjótari vending Andrijanu Milodanovic at tveita innkastið inn til Simonu, sum í øllum meldrinum mitt fyri drønaði bóltin málið. Bókstavliga talt í seinasta sekundi.
21-20 og so gleddust ovurfegnir Stjørnuspælarar um sigurin. Neistakvinnur vóru vónbrotnar, tí tær høvdu møguleikan at stjala bæði stigini. Tá avtornaði fingu tær einki, og so er silvurvónin helst eisini rokin.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Neistin 21-20 (10-11)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dzuigyte 8 (2), Anna Kristina Samson 6, Andrijana Milodanovic 6 (2), Joan Midjord Joensen 1
Neistin: Súna Mørk 5, Katrin Dam á Neystabø 4, Gunnleyg Berg 4, Mildrið Jacobsen 3, Birita Wardum 3, Susan Brockie 1.
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 1, Neistin 5
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum. Dømdu við myndugleika og góðari linju. Sáttligi, men avgjørdi stílurin var sannførandi.