Gunvør er úr Havn, hon gekk í barnaskúla í Santa Frants Skúla, síðan tók hon real- og preliminerprógv, áðrenn hon fór í læru sum defektrisa, ella farmakonom, sum tað eitur í dag, á Tjaldurs Apoteki við Áarvegin í september 1963.
Hon hevur arbeitt á Apotekinum síðan tá, har hon hevur havt ymiskar arbeiðsuppgávur, m.a. við reseptavgreiðslum.
Gunnvør er dóttir Ásu, f. Isholm, og Johannes Johannesen, bæði úr Havn. Hon giftist í 1965 við Frode Tvermoes Jensen, úr Keypmannahavn, sum tá arbeiddi í Mjørkadali. Tey eiga trý børn: Niels, sum býr í Danmark, og Bjørg og Kristin, sum búgva í Havn.
3. mai flytur familjan til Danmarkar at búgva, húsini í Fjalsgøtu eru seld, og tey hava keypt onnur hús í Bording, tætt við Ikast, nærhendis Silkeborg.