Eftir at hava spælt fyri fulllum húsum í SALT á Drelnesi, verður seinasta sýning av Suðuroyarkabarettini 2024 í annaðkvøld.
Tó hevur talan verið um at fara norður um Suðuroyarfjørð at sýna kabarettina, men enn liggur onki fast hesum viðvíkjabdi.
Suðuroyar Sjónleikarafelag skrivar soleiðis á facebook:
Seinasta sýning í SALT tórskvøld 31.okt kl. 19:00.
Gestaleikari: Jákup Veyhe
Hevur tú ikki sæð Suðuroyarkabarettina 2024, ella hevur tú hug at síggja hana aftur, so er ein møguleiki aftrat, tí í annaðkvøld fara hesi eina seinastu ferð á pall í SALT og tey gleða seg. Atgm inni á SALT.fo
Leggjast kann afturat, at Jákup Veyhe hevur leikstjórnað Suðuroyarkabarettina.
##med2##
Myndina eigur Esmar Joensen og Lias Arnason hevur tikið hana.