Tí á ólavsøku verður tingskipanin broytt soleiðis, at kvinnur verða kvinnur og menn verða menn á løgtingsmáli.
Í gjár skrivaði Bjørt Samuelsen undir frumskjal, ið er tað seinasta tingmálið hesa tingsetuna.
Formansskapurin, ið telur tvær kvinnur og tveir menn, verða í dagliga arbeiðinum í Løgtinginum nevnd, harra formaður ella frú forkvinna.
Tingfólk hava tikið orðið »løgtingsforkvinna« til sín og hava brúkt tað, tá ein kvinna hevur sitið í formansstólinum í Løgtinginum. Og síðani løgtingsvalið hevur Bjørt Samuelsen verið forkvinna. Tað er bara aðru ferð í søguni, at ein kvinna er løgtingsforkvinna. Tann fyrr var Marita Petesen, sum var løgtingsforkvinna frá 1994 til 1995, tá stýrisskipanin varð broytt og formansstarvið gjørdist fulltíðar starv. Tá legði hon frá sær, tí hon vildi virka í borgarliga starvi sínum sum sálarfrøðingur, ein útbúgving, sum hon hevði tikið oman á læraraútbúgvingina.
Í almennum málburði ber nú til at brúka heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna ella løgtingsfólk.
Tað krevur onkrar broytingar í Løgtinginum, at heitini nú verða broytt. Eitt nú skal skeltið á hurðini á skrivstovuni hjá Bjørt Samuelsen broytast, tí har stendur »løgtingsformaður«. Tað má so broytast til »løgtingsforkvinna«.