Seinasta vónin hjá WBA brast

West Bromwich má enn ein túr niður í næstbestu deildina

Fótbóltur

 

Tað var tvingandi neyðugt hjá Birmingham-liðnum, West Bromwich Albion at vinna á Liverpool á heimavølli ígjár, fyri at kunna halda lív í seinastu vónini, fyri at yvirliva í Premier League. Men dýr mistøk í verjuni forkomu møguleikanum.

West Bromwich byrjaði annars dystin væl, men tá ein hálvur tími var farin av dystinum, byrjaði at ganga galið hjá West Bromwich. Í einari støðu, sum tyktist vandaleys megnaði West Bromwich-verjuspælarin, Shelton Martis at spæla sær av við bóltin. Steven Gerrard var sum ein heykur yvir honum. Liðskiparin hjá Liverpool setti beina kós ímóti málinum, og hann skoraði hegnisliga við at lobba bóltin upp um málverjan hjá West Bromwich og í mál til 1-0.

 

Kenna túrin

Tá ein góður tími var farin av dystinum slapp Dirk Kuyt rættiliga ótarnaður at koma sær í eina góða støðu, har hann meddaði til, so bólturin sat í málinum við nærmastu stongina.

Heimaliðið megnaði ikki at koma aftur í dystin, og má West Bromwich enn ein túr niður í næstbestu deildina.

Liðið úr The Midlands kennir túrin. Liðið flutti upp úr næstbestu deildini í fjør, og hava teir roynt túrin nakrar ferðir. Tríggjar ferðir í hesi øldini, er liðið sent niður aftur í næstbestu deildina The Championship. Liðið flutti upp í Premier League, bæði í 2002 og í 2004.