Seinasta Yngd áðrenn summarsteðgin

:)

Blaðið tú situr við í hondini í dag, er tað seinasta, áðrenn Yngd fer í summarfríð. Tá Yngd kemur aftur í heyst verður blaðið broytt. Eitt nú verður tað eitt nýtt layout sum lesarin skal venja seg við eftir summarsteðgin.

Í hesum seinasta blaðnum, á hesum sinni, fara vit at gera eitt sindur burur úr einum donskum ítrottarskúla. Tað er alt meiri vanligt at bæði gentir og dreingir fara beinleiðis av landinum eftir at tey eru liðug við 10. flokk. Ymiskt er, hvar hesi ungu fólk fara at royna seg. Onkur velur EFG, onkur annar HF ella student, og so eru tað eisini tey sum velja at fara á ein háskúla. Innan fyri háskúlarnar eru ítrottarskúlarnir sera væl umtóktir. Fleiri føroyingar velja hesar ítrottarskúlar har tey vóna at kunna menna seg sum ítrottarfólk, og tey flestu lata væl at úrslitinum.

Á tónlistarliga økinum í Føroyum hendur eisini alla tíðina okkurt. Í Gøtu og aðrastaðni í Eysturoy hava fólk tikið seg saman at stovna eitt tónleikafelag. Felagið sum varð stovanað seint í 1998, verður nevnt Grót. Felagið skipar fyri konsertum, og sergliga er tað losjan í Gøtu sum er karmur um hesar konsertir. Eisini er eitt av endamálunum hjá felagnum at útvega limum sínum betur umstøður, her verður eitt nú hugsað um venjingarhølir og annað ungir tónleikarar hava tørv á. Grót er eitt sera virkið felag. Í summar hevur felagið ætlanir um at skipa fyri fleiri ymiskum tiltøkum. Til okkurt av hesum tiltøkum verður bólkurin Clickhaze aftur at hoyra.

Vit hava í Yngd seinastu tíðina roynt at ummælt tann nýggjasta tónleikin á marknaðinum. Við vælvild frá 3?aranum hevur hetta latið seg gjørt. Eisini í dag eru trý ummæli komin við. Tvær føroyskar fløgur og so ein útlendsk. Føroysku fløgurnar ið eru við í blaðnum í dag eru seinna Kular Røtur útgávan og nýggja útgávan hjá Maluni Eyðunsdóttir. Iron Maiden standa fyri útlendska íslettinum. Teirra Brave New World útgáva far meiri eitt viðmæli enn eitt ummæli.

Yngd fer til endans at nýta høvið at takka øllum teimum sum vit hava samstarva við í heyst og vetur fyri sínda vælvild og stuðul.

Eftir er bert at ynskja øllum ein góðan mikudag, og eina góða summarferiu, og tað er hervið gjørt - Over and Out.