Seinasti dagur á TeenStreet

Bæði á Argjahamri og runt um á legunum í Europa eru tey komin til seinasta heila dagin.

Í morgin á miðdegi er legan liðug

So er leygardagurin í gongd. Hetta er jú seinasti heili dagurin á leguni í ár, og tey, sum hava verið við nakrar ferðir, vita, at tann dagurin er altíð sermerktur.

 

Nógv nýggj vinarbond eru knýtt, og hetta er dagurin, tá ið sagt verður farvæl fyri hesu ferð.

 

Dagurin er eisini sermerktur á tann hátt, at skráin ikki er júst tann sama sum fyri dagarnar frammanundan. Seinnapartin í dag verður farið av Argjahamri oman í miðbýin í Havnini til eina stuðulsrenning. Peningurin, ið kemur inn fer til ungdómsátøk í 4 fátøkum londum.

 

Meðan runnið verður, er nógvur góður tónleikur at hoyra. Pallur verður settur upp í Vágsbotni, og har kemur vælljómandi TeenStreet bólkurin at spæla. Yvirav – á nýggju snotuligu trappuni -  verður DJ. Tað er ongin minni enn Villiam, sum fer at undirhalda við sínum tónleiki. Eisini á trappuni í Ebenezer verður tónleikur at hoyra.

 

Ein fastur táttur á TeenStreet, hevur altíð verið tað, tey rópa “Outreach”, og soleiðis verður eisini í ár. Hesuferð hava tey gjørt tað á tann hátt, at nøkur ung koma at  geva blómur við smáum skriftstøðum út til teirra, ið vilja taka ímóti.

 

Á TeenStreet síggja tey fram til ein góðan dag.