Seinasti dansurin

Leygarkvøldið á midnátt verður serstakur dansur í Eydnuni á Oyrarbakka.

Her fer kendi bólkurin »Showmenn« at spæla – og sum skilst er hetta seinastu ferð teir verða at hoyra. Sagt verður frá, at bussur fer at koyra millum Hósvík og Eydnuna í samband við dansin, sum endar kl. 04.