Seinasti EM undankappingardystur á hesum sinni

Í dag kl. 17.00 taka føroysku flogbóltskvinnurnar ímóti Kroatia í høllini á Hálsi

Hetta er seinasti dysturin í hesi undankappingini. Liðini sum koma víðari til endaspælið halda so áfram í vár til Evropeiski meistarin er funnin. Belgien, Italia, Estlandi og Týsklandi eru vertir fyri endaspælinum.

 

Kroatiska liðið, sum er komið til Føroyar, legði harðliga út ímóti Føroyum og Rumenia. Síðani hevur Kroatia víst veikleikar móti Ísrael á útivølli, Rumenia á útivølli og seinst móti Ísrael á heimavølli - har tær akkurát vunnu ein tættan 5 settara. 

 

Kroatia endaði tó sum nummar tvey í bólkinum og kvalifiseraði seg til endaspælið um Evropiska meistaraheitið. Dysturin í Føroyum í dag og dysturin millum Ísrael og Rumenia, ið eisini verður leiktur í dag, fáa ikki ávirkan á hetta.

 

Føroyska liðið hevur støðugt ment seg gjøgnum kappingina og hevur til tíðir leikt við munandi størri sjálvsáliti enn tíðliga í kappingini. Tvey av settunum móti Rumenia á útivølli seinasta mikudag vístu hetta. Her var tað aftur Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, sum skarðaði framúr í álopspartinum og blokkinum. Súsanna stóð sjálv fyri 8 stigum til Føroyar hendan dystin.

 

Súsanna varð eisini av CEV vald til eitt av top 10 plays í 4. umfarið. Brotið sum varð valt sæst her 

 

Dysturin í dag er kl. 17.00 í høllini á Hálsi og dysturin sæst eisini á Televarpinum.