Seinasti kjansurin hjá Chelsea at bjarga kappingarárinum

Champions League: Í kvøld fella tvey lið í meistarakappingini

Tvær seinnu 1/8 finalur í Champions League verða í kvøld. Chelsea fær vitjan av Borussia Dortmund, sum er á odda 1-0 frá fyrru uppgerðini, og Benfica er vertur fyri belgiska Club Brugge, ið er aftanfyri 2-0.

 

Chelsea (0) – (1) Borussia Dortmund (20.00)

 

Borussia Dortmund vann 1-0 í fyrru uppgerðini við máli, sum Karim Adeyemi skoraði, tá hann rann frá nýinnkeypta Enzo Fernandez. Heimaliðið verður í kvøld uttan Armando Broja, Edouard Mendy, Cesar Azpilicueta og Thiago Silva, sum allir eru skaddir, umframt Mason Mount, ið hevur leikbann. Vónin er, at Christian Pulisic, N'Golo Kante og Reece James verða klárir.

 

Gestirnir úr Týsklandi hava vunnið allar 10 dystirnar síðani HM-endaspælið í vetur. Tó verður málskjúttin frá seinast, Karim Adeyemi, ikki við vegan skaða. òvist er eisini um málverjin, Gregor Kobel, verður klárur.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Chelsea: Kepa; Chalobah, Koulibaly, Fofana; James, Kovaćič, Fernández, Chilwell; Mudryk, João Félix, Havertz

 

Leikbann: Mount

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Gallagher, James, Koulibaly, Mudryk, Thiago Silva

 

Dortmund: Kobel; Wolf, Süle, Schlotterbeck, Guerreiro; Can, Salih Özcan; Brandt, Bellingham, Reus; Haller

 

Leikbann: Ryerson

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Can, Salih Özcan

 

Benfica (2) – (0) Club Brugge (20.00)

 

Portugisiska Benfica hevur beina kós móti fjórðingsfinaluni eftir 2-0 sigurin í Belgia. João Mário og David Neres skoraðu málini í einum dysti, sum heimaliðið fekk kritikk fyri. Serliga var tað verjuspælið, sum ikki var nóg gott.

 

Benfica er stórfavorittur at koma víðari til fjórðingsfinalur. Av teimum seinastu 45 fjórðingsfinalunum í Champions League er tað bara hent eina ferð, at eitt lið hevur vunnið fyrra dystin á útivølli, og síðani tapt samanlagt.

 

Benfica: Vlachodimos; Bah, António Silva, Otamendi, Grimaldo; Aursnes, Florentino; João Mário, Neres, Rafa Silva; Gonçalo Ramos

 

Ikki við: Draxler, Ristić

 

Ivasamur: Bah

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Florentino, Gonçalo Ramos, João Mário, Otamendi

 

Club Brugge: Mignolet; Mata, Mechele, Sylla, Meijer; Sowah, Nielsen, Vanaken, Buchanan; Jutglà, Lang

 

Ikki við: Hendry, Skov Olsen

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Buchanan, Mignolet, Nielsen, Odoi, Sowah