Talan er um seinasta dyst fyri ársskiftið fyri bæði Stjørnuna og VÍF/Tjaldur, tá tey møtast í KÍ høllini í kvøld.
Hvørki Stjørnan ella VÍF/Tjaldur hava havt eitt gott kappingarár higartil. Hóast tað, so skal ikki so nógv til, so er eitt FM pláss ikki so langt vekk. Bæði liðini hava seks stig fyri átta dystir, meðan Kyndil á øðrum plássi hevur 11 stig fyri tíggju dystir.
Tí er hetta ein gyltur møguleiki fyri Stjørnuna og VÍF/Tjaldur at fáa birt eina FM finalu vón, nú jólaferian stendur fyri framman.
VÍF/Tjaldur, sum var uttan Adinu Petrea, tapti fyri Kyndli um vikuskiftið. Stjørnan hevur ikki verið í dysti síðani tær vunnu á StÍF fyri meir enn tveimum vikum síðani.
Dysturin millum Stjørnuna og VÍF/Tjaldur verður klokkan 18.00 í KÍ høllini í Klaksvík.
Fremsta deild kvinnur:
Stjørnan VÍF/Tjaldur (18.00)
Støðan:
1. Neistin 20
2. Kyndil 11
3. VB 7
4. Stjørnan 6
5. VÍF/Tjaldur 6
6. StÍF 4