Sambært útlendskum miðlum er seinasti sangurin hjá Whitney Houston ein sangur, sum er við á fløguni til komandi filmin Sparkle, sum Whitney Houston eisini spælir við í.
Einans fýra dagar áðrenn Whitney Houston doyði innspældi hon lagið Celebrate, sum er ein duet við Jordin Sparks, sum somuleiðis er við í filminum.
Sambært framleiðaranum Harvey Mason Jr, var Whitney Houston í góðum lag, tá ið sangurin varð upptikin.
- Hon var ógvuliga jalig. Tað endaði við, at vit dansaðu runt í upptøkuhølunum, og Whitney vildi hava meg at koyra ljóðið harðari frá. Whitney var sera stuttlig at vera saman við, sigur hann við TMZ.
Í Sparkle - sum er ein endurinnspæling av filminum við sama navnið frá 1976 spælir Whitney mamma at trimum gentum, sum gera ein poppbólk. Søgan hevur fingið íblástur frá bólkinum The Supremes, sum við Diana Ross á odda
gjørdist ógvuliga vælumtóktar í 50unum og 60unum. Filmurin kemur á marknaðin í Amerika í august.
Hetta veit bt.dk