Seinasti stríðssangarin

Kendi vísusangarin og útisetin, Stanley Samuelsen, hevur í nógv ár spælt gamlar arbeiðara-vísur saman við Nis P. Jørgensen til tiltøk hjá donsku fakfelagsrørsluni - ein mentan, sum er við at hvørva í Danmark. Í heyst bjóðaði Javnaðarflokkurin duoini til Føroya

Marjun Dalsgaard
???
Hann vil enn ikki kalla seg javnaðarmann - men tað er ikki tí, at honum ikki dámar hugsjónina ella ikki kennir seg heima í umhvørvinum. Stanley Samuelsen vil bara ikki koyrast í ein partapolitiskan kassa, har heitið á einum setti av hugsjónum stendur á. Og hetta er helst galdandi fyri nógv í nútíðar einstaklingasamfelagnum. Vit hava ymisk áhuga-mál og ymskan tørv og "Rød front" hevur verið ótíðarhóskandi, síðan múrurin fall, eins og gamlar arbeiðaravísur og stríðssangir eru tað.
Í Føroyum er tað tó ikki fyri at syngja "Når jeg ser et rødt flag smælde.." at Stanley Samuelsen er mest kendur. Flestu føroyingar kenna hann fyri fløguna, "Um eg kundi kvøði", sum hann gav út í 1999 - har serliga tittullagið hevur verið vælumtókt. Tilkomnir føroyingar kenna hann helst eisini frá sínum ungu døgum, tá hann spældi við í tónleikabólkinum Silly Boys, sum spældi til dans í Fuglafirði hvørt leygar-kvøld miðskeiðis í 60?unum.
Sum 19 ára gamal flutti Stan-ley Samuelsen til Danmarkar, og har treivst hann so væl, at hann aldri av álvara hevur umhugsað at flyta heimaftur. Komin til Dan-markar byrjaði hann at spæla við í bólkinum "40 i feber". Hetta var ein tónleikabólkur, sum var sprottin úr danska sosialistiska ungmannafelagnum DSU, og sum tá manglaði ein gittarist. Tað var ikki av politiskum áhuga, at Stanley kom við í hendan tónleika-bólkin, men hetta førdi við sær, at hann seinni nærum gjørdist synonymur við landsfundir og politisk tiltøk hjá Javnaðarflokkinum og fakfelagsrørsluni.
Anker nakað serligt
Hóast Stanley ikki hevur røtur í sosialdemokratisku rørsluni, heldur hann, at hann helst er vorðin ávirkaður hesi 15 árini, hann hevur spælt á politiskum fundum. Hartil hevur hann í øðrum yrki enn tónleiki altíð ferðast í arbeiðaraumhvørvinum, og javnaðarhugsjónin er honum sostatt ikki so fjar, men hann sær hetta ikki sum eina partapolitiska hugsjón.
Gjøgnum tíðina hevur hann upplivað fleiri av teimum stóru innan politikk, eins og hann meira ella minni hevur sæð teir ungu politikararnar, sum til dømis Frank Jensen og Lotte Bundgaard, vaksa upp í politiska ungdómsumhvørvinum. Serliga stuttligt var at uppliva fyrrverandi forsætismálaráðharran, Anker Jørgensen, sigur Stanley Samuelsen.
- Hann var nakað heilt sermerkt. Tað er torført at siga júst, hvat tað var, men tá hann kom inn í eitt høli, hevði hann eina heilt fantastiska útstráling og sterka ávirkan á tey, sum vóru inni. Fólk reistu seg altíð upp, tá hann kom inn, sigur Stanley og leggur aftrat, at Anker Jørgensen kanska var øðrvísi, av tí at hann ikki var akademikari - hann var "den ægte vare", ein arbeiðari, sum umboðaði arbeiðaran á tingi. Ein maður sum Auken var eisni sjarmerandi, men hann var ikki fólksins maður á sama hátt.
Tónleikur sterkt amboð
At skapa ein felags anda við tónleiki verður nógv brúkt bæði í politiskum og andaligum høpi. Vit føroyingar kenna tað frá okkara egnu veitslum, har nógv verður sungið, og at syngja og spæla á einum politiskum fundi minnir ikki sørt um at spæla fyri føroyingum, sum syngja fosturlandssangir, sigur Stanley Samuelsen.
- Tað er hugtakandi at spæla til politiskar fundir. Fólk syngja við, og tú merkir at sangurin hevur nakað at týða fyri tey - júst sum tá føroyingar syngja til veitslur, tað er ein líknandi kensla, sigur hann.
Í eini 15 ár hevur hann spælt saman við vinmanninum Nis P. Jørgensen til politisk tiltøk - tilsamans eita teir "Den udødelige duo", og øll árini hava teir verið úti tvær, tríggjar ferðir um vikuna, og tað hevur altíð verið stuttligt, sigur Stanley. Men hendan mentanin er við at hvørva í dag. Gamlar arbeiðaravísur senda eitt signal um eina samfelagsskipan, sum er avoldað, og tí eru fakfeløgini og flokkarnir eisini við at fara frá hesum, sigur Stanley. Í dag er tað ikki meira enn hendinga ferð, at teir verða bodnir við. Heldur ikki upp til hetta fólkatingsvalið, har danski Javnaðarflokkurin tykist hava so ilt við at fóta sær og finna sín leiklut, hava teir verið við til nakað politiskt tiltak. Tað er ómodernað - í dag brúka tey fyrilestrar og onnur innsløg, greiður Stanley frá. Tó royna tey ungu at halda fast í nøkrum av tí gamla og DSU, Sosialistiska Ungmannafelagið, plagar enn at senda boð eftir tí Ódeyðiligu duoini. Vanliga leggja teir skránna soleiðis til rættis, at teir spæla síni egnu løg inn í millum gamlar arbeiðaravísur og altjóða politiskar sangir, hartil kunnu fólk sjálvi ynskja sær løg.
- Sangur er ein háttur at skapa ein felags anda uppá, og tað er eitt sterkt amboð, greiður Stanley frá. Sum árini eru liðin, hava teir eisini fingið góða venjing í at fáa blóðið í kók hjá ungu sosialistunum. Í 1992 fingu teir mentanarvirðirlsønina hjá LO fyri teirra avrik, og duoin ætlar sær at halda fram so leingi ið boð verður sent eftir henni.
Boðin til Føroya
Føroyski vísusangarin hevur hildið seg til arbeiðaravísur í Danmark, men síðsta heyst var Ódeyðiliga duoin fyri fyrstu ferð og spældi til eina politiska ráðstevnu í Føroyum. Tað var sjálvsagt Javnaðarflokkurin sum bjóðaði teimum til Føroya, og hetta var ein sermerkt uppliving, sigur Stanley.
? Tað var stuttligt at spæla til eitt politiskt tiltak í Føroyum, men heilt annaðleiðis. Øll kenna hvønn annan, so tað var sum at koma inn í eina familju - tað var sera hugnaligt, fólk vóru blíð og sungu við - vit sungu Internationala á føroyskum, leggur hann aftrat.
Hetta var fyrstu ferð, at Nis P. Jørgensen var í Føroyum, og túrurin var tískil eitt gott høvi at vísa vinmanninum, hvaðani hann kom frá, sigur Stanley. Nis P. Jørgensen var við í tónleikabólkinum "40 i feber", og teir báðir hava tískil spælt saman í yvir 20 ár og hava ongar ætlanir um at gevast við tí, sum navnið á duoini eisini sipar til.
Nýggj fløga til várs
Hóast hann trívist væl í Keypmannahavn, og ikki hevur nakra ætlan um at flyta heim, kennir listarmaðurin og útisetin heimlongsulin. Ein longsul, sum er at hoyra á sera vælumtóktu fløgu hansara "Um eg kundi kvøði", har kensluborin løg tulka føroyskar yrkingar.
- Íblásturin er heimlongsulin, eins og tónasmíðið er ein háttur at verða verandi í Føroyum uppá - í hugaheiminum, sigur Stanley. Hann byrjaði at gera løg til yrkingar, tí at hann var vanur at sita og lesa og syngja úr Føroya Fólks Songbók, tá hann longdist heim. Men nógvar yrkingar vóru í bókini, sum hann ikki kendi løgini til, og hann byrjaði tískil at gera nøkur løg sjálvur.
Á einum norðurlendskum festivali har hann javnan hittir aðrar vísu- og fólkasangarar úr øllum Norðurlondum fekk hann eisini íblástur til at geva nøkur av løgunum út á fløgu og sostatt kom fyrsta soloútgávan "Um eg kundi kvøði" út í 1999.
Stanley Samuelsen ferðast nógv við tónleikinum, og hann hevur millum annað verið á rundferð í Norðurlondum og í Baltisku londunum saman við øðrum norðurlendskum tónleikarum. Her syngur og spælir hann føroysku sangirnir, og hevur fingið góða móttøku - tað er forkunnugt at hoyra føroyskt í teimum baltisku londunum og fólk vísa stóran áhuga, greiðir hann frá.
Nøkur ár eru nú farin síðan Stanley gav út fyrstu fløguna, og nú kemur væntandi ein nýggj til várs.
Sum nakað nýtt eru nøkur løg, sum hann sjálvur hevur skrivað orð til, men hann hevur eisini gjørt løg til føroyskar yrkingar hjá øðrum. Summar eru skrivaðar av kendum føroyskum yrkjarum, meðan aðrar eru yrkingar, sum hava staðið í føroysku bløðunum undir dulnevni.
Sum heild verður nýggja fløgan eitt sindur minni kensluborin, enn hin fyrra, eins og løgini eru meira rútmisk, sigur Stanley Samuelsen.
Í sambandið við útgávuna av nýggju fløguni er ætlanin at fara á rundferð í Føroyum. Tað hevði hann ikki høvi til við fyrru fløguni.

???
Blá bók
Stanley Samuelsen er føddur í 1951 í Fuglafirði.
Frá 1965 til 1970 spældi hann við Silly Boys í Fuglafirði.
Í 1970 flutti hann til Danmarkar, her fór hann at spæla við bólkinum "40 i feber", sum var sprottin úr DSU, Danmarks Socialdemokratiske Ungdom.
Í 1984 varð "Den udødelige duo" stovnað saman við Nis P. Jørgensen, sum hann hitti í bólkinum "40 i feber".
Í 1991 Byrjaði Stanley Samuelsen einsamallur sum vísu- og fólkasangari við akkustiskum gittara og var á rundferð í øllum norðurlendskum og baltiskum londum
Í 1992 fekk "Den udødelige duo" mentanarvirðirslønina hjá LO.
Í 1995-2001 Var Stanley Samuelsen partur av eini akkustiskar gittartrio saman við dananum, Anders Roland og norðmanninum, Sten Vidar Larsen.
Harumframt hevur Stanley spælt við ymiskum norðurlendskum tónleikarum, sum hann hevur ferðast við í Norðurlondum og í Baltisku londunum. Harímillum Gert Smedegaard, Joakim Ussing, Bo Liengård, Stuart Goodstein og Kristian Lassen.
Útgávur
40 i feber: Spil for livet
Den udødelige duo: 36 gode sange og Nu er det nu
Stanley Samuelsen: Um eg kundi kvøði