Nú er seinasti amerikanski veteranurin frá fyrra heimsbardaga farin. Tað siga amerikanskir fjølmiðlar. Frank Buckles gjørdist 110 ára gamal. Hann varð føddur og vaks upp í Missouri, og snýtti um aldur sín fyri at verða upptikin í amerikanska herin. 16 ára gamli drongurin leyg seg at vera 21 ára gamal, og harvið nóg gamal at verða sendur í kríggj í 1917.
Hann arbeiddi millum annað sum sjúkrabilsførari, men slapp undan at verða sendur á vígvøllin.
Buckles arbeiddi á Filipsoyggjunum, tá Japan hertók tær, og hann varð settur í fongsul. Hann var krígsfangi í meiri enn trý ár.
Eftir seinna heimsbardaga giftist hann og búsettist í West Virginia sum bóndi.