Seinastu dagarnir hjá ríkmanskonuni

Norska blaðið VG hevur hugt eftir, hvat Hagen-hjúnini tóku sær fyri so seint sum kvøldið fyri, at Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.

 

Hósdagin í hesi vikuni, hin 31. oktober, verður júst eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi.

Norska blaðið VG hevur í hesum sambandi hugt at, hvat hendi í heiminum hjá henni og miljarderinum, Tom Hagen, teir seinastu dagarnar upp undir hin 31. oktober.

Hetta mál hevur fylgt nógv í Noregi, og tað hevur eisini fylt nógv víða um lond. Eisini vit á In.fo hava eftir førimuni latið okkara lesarum leypandi dagføringar í málinum, og hesar greinar eru eisini nógv lisnar á okkara síðu.

Seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen er klokkan 09.14 sama morgun, sum hon sporleyst hvørvur. Tá ringir hon til onkran í familjuni. Tá norska løgreglan hevur verið spurd um næst seinasta lívstekin, hava tey sagt, at tað er ein telefonsamrøða fyrr sama morgun.

Spurningurin er, um norska løgreglan fer at megna at loysa hesa gátu, men kanningarleiðarin, Tommy Brøske, hevur havt rímiliga góðar vónir. Hann hevur nevniliga sagt, at hann væntar og vónar, at málið verður uppklárað, áðrenn 2019 er umliðið.

Norska løgregla fer heilt aftur til juni mánaða 2018, tá tey umrøða málið – ella einar 4-5 mánaðir, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvørvur, og í eini tíðarlinju í VG verður sagt, at um fimm mánaðir fer Anne-Elisabeth Hagen at hvørva.

Ein ella fleiri ókendir persónar hava sambært norsku løgregluni eitt hvørt koyrandi, sum løgreglan síðan hevur havt áhuga í, og løgreglan metir, at tað, sum tá gongur fyri seg, er fyrsta tekini um tilrættalegging av einari kriminellari brotsgerð, sum fer at ganga út yvir norsku ríkmanskonuna.

Umleið ein mánaða eftir hetta luttekur Anne-Elisabeth Hagen á einum familjutiltaki hjá systrini hjá manni hennara á norska Eysturlandinum. Sambært familjuni sær hon tá út til at vera glað og væl fyri.

Í endanum av juli mánaði 2018 prentar norska blaðið, Dagens Næringsliv, eina grein, sum snýr seg um, at maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, árið fyri hevur tjent 174 miljónir norskar krónur við sølu av orku og fastognum.

VG skrivar eisini, at tey ferð eftir ferð hava vent sær til miljarderin, Tom Hagen og familju hansara um sakføraran hjá familjuni,  Svein Holden, men familjan hevur ikki ynskt at gera samrøðu við blaðið.

Átta dagar, áðrenn hon bleiv burtur, skrivar Anna-Elisabeth Hagen boð til vinkonu sína, Esther. Tær hava kent hvørja aðra síðan endan av sjeytiárunum, hava verið nógvar túrar saman, og tær hava verið so góðar vinkonur, at tær eisini deildu loyndarmál sínámillum.

Í boðunum sigur Anne-Elisabeth Hagen, at hon gleðir seg til smáttutúr saman við Esther. Hon biðir um hugskot til matrættir; hon skrivar eisini um nýggja hundahvølpin og spyr Esther, um hon hevur okkurt hugskot til navn á hundinum.

- Vit báðar deildu loyndarmál. Vit snakkaðu um alt millum himmal og jørð, og vit snakkaðu um ting, sum eg ongantíð komi at deila við nakran. Esther fær eisini at vita, at Anne-Elisabeth Hagen er byrjað at arbeiða hjá manni sínum aftur nakrar mánaðir frammanundan, og sum altíð skrivar hon um børn og ommubørn.

Tá Esther og Anne-Elisabeth Hagen høvdu sent nøkur boð sínámillum, avtala tær heldur at ringja til hvørja aðra seinni um kvøldið. Men, tá kvøldið kemur, heldur Esther, at tað er vorðið heldur seint at ringja. Esther heldur tó, at vinkonan virkaði glað.

##med2##

Seks dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvørvur, hava hon og maðurin, Tom Hagen, 49 ára brúdleypsdag. Tey blivu glft longu sum 19 ára gomul, og brúdleypsveitslan varð hildin í barnaheiminum hjá henni í Gjøvik. Hann er úr Garan í Oppland. Hann er ein av 13 systkjum, og hon er einabarn.

Í 1968 gekk Anne-Elisabeth Hagen á kristiligum fólkaháskúla í Viken, og árið eftir møtti hon manni sínum, sum tá las við tekniska skúlan í Gjøvik.

Hjúnini bygdu sær hús í Gran, og Anne-Elisabeth Hagen arbeiddi á einum sjúkraheimi, meðan Tom Hagen byrjaði at arbeiða seg upp sum vinnulívsmaður. Tey fingu trý børn, tvær gentur og ein son.

Tíðliga í áttariárunum fluttu tey til Lørenskog, har Tom Hagen, sum tíðin leið, uppbygdi sær eina miljardafyritøku við ognarsølu og sølu av orku. Anne-Elisabeth Hagen hevði leiklut sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá manninum, og í nítíarunum stóð hon fyri leiðsluni av kantinuni á arbeiðsplássinum hjá manninum.

##med3##

Tveir dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvørvur, er Glenn Hartmann-Hansen, sum áður hevur arbeitt fyri Tom Hagen, inni á gólvinum í Lørenskog. Hetta kvøldið hittust teir at skifta orð um eitt felag, teir báðir eiga part í. Tá Glenn Hartmann-Hansen sær, at hann verður nakrar minuttir seinkaður, sendir hann boð til Anne-Elisabeth Hagen og sigur frá.

- Tá eg kom innar, tók hon ímóti mær í hurðini. Tom Hagen sat inni í stovuni.  Eg kom innar, og vit sótu inni í sjónvarpsstovuni, sum eg rópi hana. Har sótu vit og skiftu orð – um alt ov einki. Sum løtan gekk, kom Anne-Elisabeth Hagen við kaffi og te til mín.

Men, hvussu virkaði Anne-Elisabeth Hagen so hetta kvøldið, spyr VG?

- Hon var, soleiðis sum hon plagdi at vera. Mild, glað og ikki minst gestablíð. Hon spurdi alla tíðina, um tað var okkurt annað enn tað, hon hevði sett á borðið, sum eg kundi hugsað mær.

Glenn Hartmann-Hansen sigur, at tað var einki óvanligt at merkja – hvørki inni ella úti, sum hann tekur til. Tað var heldur einki óvanligt við Anne-Elisabeth Hagen, og hann legði heldur ikki til merkis, at Tom Hagen ikki eisini var, sum hann plagdi.

- Eg hevði góð prát bæði við Tom og konu hansara, leggur hann aftrat.

So er tað kvøldið fyri, at Anne-Elisabeth Hagen hvørvur.

Ríkmanshjúnini eru saman við einum øðrum pari í Oslo, har tey skulu síggja ”The Book of Mormon” á Det Norske Teateret, sum tað kallast.

Framførslan er ikki liðug fyrr enn klokkan 22.37, og tí koma ríkmanshjúnini seint heim hetta kvøldið.

Nú eru tað bara tímar, til ein ræðulig brotsgerð hendir í heiminum hjá Anne-Elisabeth Hagen og Tom Hagen í Lørenskog, har tey búgva á adressuni Sloraveien 4.