Í kvøld verða fyrstu av sonevndu play-off dystunum til EM-endaspælið komandi ár leiktir. Frammanundan hava teir 9 bólkavinnararnir, besti 2-arin umframt vertirnir úr Belgia og Hollandi tryggjað sær atgongd til endaspælið.
Nú skulu seinastu 8 2-arirnir royna seg tveir og tveir, og verða vinnararnir av hesum dupultuppgerðum londini, sum fáa møguleika at stríðast um heiður og æru komandi summar.
Niðanfyri verða tey 8 liðini umrødd, og mett verður um, hvørjar møguleikar tey hava at koma við til endaspælið.
Skotland ? Ongland
Her er talan um elsta klassikaran í alheims fótbóltssøgu, og er alstórur áhugi fyri hesum dysti kring allan heim. Sjálvsagt vilja bæði londini koma víðari til endaspælið, men fyri fleiri man tað kennast soleiðis, at tað at vinna á grannanum hevur størri týdning, enn tað, sum ein møguligur sigur ber við sær.
Slíkar kenslur hava landsliðsvenjararnir báðir, Craig Brown og Kevin Keegan tó neyvan stundir at hugsa um, við tað at báðir ivaleyst mugu verða fleiri lyklaspælarar fyri uttan.
Hjá Skotlandi tykist størsti spurningurin vera, um Colin Hendry verður førur fyri at spæla. Hann hevur ikki leikt dyst í meira enn ein mánaða, við tað at hann hevur drigist við skaða. Týdningurin av at fáa Hendry kláran gjørdist enn størri seinasta vikuskifti, tá vanligi síðumaður hansara í verjuni, Paul Lambert, meiddi seg í sonevnda »Old firm« dystinum millum stórliðini í Skotlandi, Rangers og Celtic, og tískil ikki er tøkur til báðar dystirnar móti Onglandi.
Hvussu nógv »Battle of Britain« hevur at siga fyri leikararnar sæst eisini aftur í, at Colin Hendry júst er í ferð við at skriva undir sáttmála við Derby: Hesin sáttmáli verður helst ikki til nakað, um so er at skaðin í knænum versnar aftur í dystinum, men Colin Hendry sigur tó sjálvur, at hann vil gera júst tað, sum stjórin biðjur hann gera.
Størsta høvuðbrýggi hjá Kevin Keegan man vera, hvør skal spæla á vinstra miðvallarborði. Í vikuni mátti Steve McManaman brádliga gevast við venjingini, tá skaðin, sum hann hevur drigist við seinastu vikurnar, versnaði. Sostatt má Keegan velja ímillum at flyta Phil Neville úr høgru yvir í vinstru síðu, ella at lata antin Steve Froggat úr Coventry ella Steve Guppy úr Leicester fáa sín elddóp í hesum alt ella einki dysti, við tað at Graeme le Saux úr Chelsea longu hevur givið avboð til dystirnar. Ein annar møguleiki er at flyta Sol Campbell úr miðverjuni, og ístaðin lata Martin Keown taka sessin við síðuna av Tony Adams, men alt hetta verður ikki avdúka fyrr enn ein tíma undan dystinum.
Í álopinum hevur Keegan møguliga eisini trupulleikar, hóast hesir eru meira positivir. Her skal nevnliga antin Shearer, Owen ella Cole út á beinkin, hóast allir mugu metast at vera framúr góðir áleyparar. Owen er júst komin fyri seg eftir drúgvan skaða, men hevur áður prógvað, at dugur er í honum. Shearer er liðformaður og má tískil roknast at vera sjálvskrivaður. Andy Cole, sum annars júst hevur givið út bók, har hann ikki júst gevur Shearer sítt besta viðmæli, hevur helst ongantíð verið so væl fyri sum nú. Seinasta leygardag skoraði hann tvey mál, harav annað var eitt saksaspark frá brotsteigarmarkinum. Hetta er triða saksasparkaða málið innan stutta tíð hjá Cole, og ber hetta boð um, at hann í løtuni er fullur í tí sjálvsálitið, sum er ein so ómetaliga stórur partur av spælinum hjá einum áleypara. Harumframt er Sunderland áleyparin, Kevin Phillips eisini við í hópinum, men hóast hann hevur spælt sera væl higartil í ár, so kann ikki roknast við, at hann verður millum 11 teir fyrstu á vøllinum.
Ivaleyst verður talan um ein sera spennandi dyst, men við tað, at ensku leikararnir mugu metast at vera betri fyri tekniskt, og harvið eru betri einstaklingar, mugu teir finna seg í at átaka sær leiklutin sum favorittar. Skotar hava tó fyrr víst, at teir virka væl sum ein eind, og lítið er at ivast í, at allir leikararnir fara at geva seg 120% til hesar báðar dystirnar.
Írland-Turkaland
Hóast írski landsliðsvenjarin, Mick McCarthy, hevur ivaleyst av skaðum at stríðast við, so man hann helst smíla eitt sindur av og á. Í hvussu so er hevur hann fingið vissu fyri, at bæði Roy Keane og Dennis Irwin úr enska stórliðnum, Manchester United, eru til reiðar at tørna út fyri grønu oynna. Keane hevur ikki leikt við seinastu 3 dystirnar, orsakað av sinadrátti, ímeðan Irwin seinastu vikurnar hevur drigist við ein skaða í knænum.
Harumframt er eisini møguleiki fyri, at bæði Kenny Cunningham og Ian Harte verða við, tá dómarin letur fyrsta bríksli ljóða. Báðir hava teir annars drigist við smærri skaðar seinastu tíðina.
Skaðar hava verið ein sera stórur trupulleiki hjá Írlandi hesa vikuna, sum leikararnir hava vant saman, og tá teir vandu mikukvøldið vóru teir einans 12 leikarar á vøllinum! Framman undan hava eisini somikið frægir leikarar sum Gary Kelly, Steve Staunton og Paul Butler givið avboð.
Millum teir 12 á venjingarvøllinum vóru tó álopsfelagirnir Nial Quinn og Robbie Keane (ikki í ætt við Roy Keane), og serliga Quinn nervar tankarnar hjá turkiska venjaranum Mustafa Denzili, sum annars heldur at McCarthy ger í so nógv av, tá hann tosar um, hvussu illa hann er fyri hvat skaðum viðvíkur.
Denzili heldur at Quinn verður størsta hóttanin móti turkisku EM-vónunum, og hevur m.a. sagt, at tað møguliga verður neyðugt at seta 3 mans at mansverja hann. Hetta man tó ikki vera nakað gott hugskot, tí í 19 ára Robbie Keane, hevur Írland ein áloypara, sum higartil hevur verið ein hóttan móti øllum verjum í Premier League, og helst eisini verður tað móti turkunum leygarkvøldið.
Denzili hevur annars sera góðar vónir um dystin, og heldur at Turkaland hevur uppiborið at komið við til endaspælið, og vísir m.a. á, at teir í teimum báðum innleiðandi dystunum fingu 4 stig móti Týsklandi.
Kendastur av turkisku leikarunum er uttan iva Hakan Sukur, sum dagliga leikar fyri Galatasaray. Hann hevur verið toppskjútti í turkisku landskappingini fleiri ferðir, og royndi seg eitt tíðarskeið í italskum fótbólti, har hann tó ongantíð megnaði at sláa ígjøgnum. Av sonnum má sigast at nógv er hent, síðani Todi í 1991 javnaði til endaligi úrslitið 1-1 ímóti Piontek og hansara monnum í Gundadali.
Írland hevur í fleiri ár verið millum bestu londini í Europa, og hava ofta verið við í bæði EM- og HM endaspølum. Harumframt hava teir í Roy Keane ein hin besta miðvallaran í heiminum, og hann kann saman við álopsparinum Quinn og Robbie Keane tryggja, at Írland megnar at vinna samanlagt móti turkunum. Hetta krevur tó ein sigur í fyrra dystinum, tí turkar eru sera sterkir á heimavølli, har teir altíð fáa fullan stuðul frá áskoðarunum.
Ísrael ? Danmark
Fyri føroyingar hevur tað ivaleyst stóran áhuga, hvussu danska landsliðið fer at standa seg niðri í øgiliga hitanum í Tel Aviv leygardagin. Ivasamt er tó, um talan verður um sama áhuga, sum var her á landi í 1984 og 1986, tá donsku dynamitt dreingirnir vóru millum liðini, sum leiktu besta fótbóltin í heiminum.
Minni kann tó eisini gera tað, og hóast spælið ikki var eins stórsligið, so vóru nógvir glaðir føroyingar at síggja í gøtunum, tá danir í 1992 vunnu gullmerki í EM-endaspælinum, eftir m.a. at hava vunnið 2 ferðir á Føroyum í undankappingini.
Danska landsliðið hevur sum kunnugt ikki longur nakran Laudrup á liðnum, men hetta merkir tó ikki, at talan er nakað vánaligt lið, og besta prógvið fyri hesum fingu vit helst, tá teir í Napoli megnaðu at venda 0-2 til 3-2 móti Italiska landsliðnum.
Nakrir smáskaðar eru á danska liðnum, og ein tann mest umtalaði av hesum, man helst verða skaðin í legginum, sum Peter Schmeichel hevur at dragast við. Schmeichel er kanska ikki heilt so góður, sum hann hevur verið fyri nøkrum árum síðani, men týdningurin, sum hann hevur fyri danska landsliðið kann neyvan yvirmetast.
Harumframt hevur stóri málverjin tann eginleikan, at hann megnar at vísa sítt allarbesta, tá talan er um týdningarmiklar dystir. Hetta hevur hann prógvað fleiri ferðir áður, og stendur tað upp til hansara, so verður hann í danska málinum fyri 117. ferð leygardagin. Maðurin kemur tó í mans stað, og verður stóri Peter ikki klárur leygardagin, verður tað uttan iva Thomas Sørensen, sum fer at verja danska málið í sínum fyrsta landsdysti. Thomas Sørensen er í mál hjá enska Premier League liðnum, Sunderland, og verður av mongum mettur at teljast millum bestu málmenninar í fremstu ensku deildini.
Hetta er tó ikki einasti skaðin, sum Danmark hevur at dragast við. Á miðjuni hava føstu leikararnir seinastu dystirnar, Allan Nielsen og Stig Tøfting, báðir smáskaðar at dragast við, men møguliga verða hesir klárir til dystin. Ringast sær út hjá Allani Nielsen, sum enn ikki hevur fingið vant.Verða teir ikki nóg birgir til dystin, eru bæði Brian Steen Nielsen og Per Frandsen til dystin fús at fara inn á vøllin.
Í álopinum hava danir ikki trupulleikar av skaðum, men hinvegin hava atfinningarnar verið nógvar og hvassar seinastu tíðina, tí málini hava verið ov fá. Ein sannroynd er tað í øllum førum, at Danmark ongantíð hevur funnið ein nýggjan Elkjær, men hvat ger tað, so leingi sum liðið vinnur sínar dystir?
Megnar Danmark ikki at vinna dupult-uppgerðina móti Ísrael, verða komandi 2 dystirnir samstundis seinastu dystirnir hjá Bo Johanson og hjálparvenjara hansara, Flemming Serritslev, sum verða loystir av av tveimum teimum kendastu donsku leikarunum nakrantíð, nevnliga Morten Olsen og Michael Laudrup. Sáttmálin hjá Bosse er annars galdandi fram til og við endaspælið, men hann hevur sjálvur sagt, at megnar hann ikki at føra liðið til endaspælið, er helst betur at Olsen og Laudrup fáa nakrar mánaðir eyka í arbeiði teirra, har fyrsta málið verður at tryggja dønum atgongd til HM-endaspælið í 2002.
Ísraelskur fótbóltur hevur tikið seg fram í stórum síðani landið fyri 6 árum síðani varð innlimað í UEFA, av tí at londini í Miðeystri einki vildu hava við teir at gera. Tá teir í 1994 á útivølli fingu javnleik 2-2 móti Fraklandi, og harvið gjørdu sítt til, at Frakland ikki megnaði at leika seg í HM-endaspælið, var hetta roknað at vera ein risa sensatión. Í dag hevði eitt slíkt úrslit ikki vakt so miklan ans, við tað at landið seinastu tíðina hevur fingið alsamt betri úrslit, og helst er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn landið verður at síggja í einum endaspælið.
Liðið leikar sera skjótan og undirhaldandi fótbólt, men hugurin hjá leikarunum at spæla sær, kann eisini vera ein vansi í summum dystum.
Liðið telur sera evnaríkar leikarar, og man kendasti av teimum ivaleyst vera Eyal Berkovic, sum í dag leikar við skotska stórfelagnum, Celtic. Berkovic hevur áðrenn hetta leikt tvey ár í Premier League. Fyrst við botnliðnum, Southampton og síðani við West Ham, sum seinasta ár megnaði at leika seg í Inter Toto kappingina, haðani teir komu víðari til UEFA kappingina, so ikki kann sigast annað enn, at yrkisleið hansara hevur gingið við stórari ferð seinastu árini.
Harumframt hevur Ísrael í Ronnen Harazi ein sera vandamiklan áleypara, sum hevur skotið ikki færri enn 23 mál í 53 landsdystum. Seinastu tíðina hevur hann ikki verið á landsliðnum, vegna ov vánaligt spæl, men nú tykist hann rættuliga at hava funnið máltevið aftur, og hevur venjarin Shlomo Scharf tískil gjørt av, at taka hann við til dystirnar móti dønum.
Ivaleyst verður eisini her talan um ein spennandi dyst, men eg havi varhugan av, at Danmark verður ein ov stórur biti hjá Ísraelum at gloypa. Hetta byggir serliga á, at danir hava nógv fleiri altjóða royndir, men eisini eigur at vera havt í huga, at tað hóast alt er øðrvísi at skula leika móti dønum enn ímóti eysturríkarum og cypriotum.
Slovenia ? Ukraine
Slovenia verður av flestu fótbóltsserfrøðingum mett at vera veikasta liðið av teimum 8, sum enn hava møguleika at sleppa við í hattin, tá kasta verður lut um bólkarnar í EM-undankappingini.
Kendasti leikarin á slovenska liðnum man helst vera miðvallarin Doni Novak, sum nú spælir í næstbestu fronsku deildini, men sum áður hevur roynt seg í Le Havre í bestu deildinií Fraklandi.
Orsøkin til, at hann nú er at síggja í næstbestu deildini er, at hann metti seg fáa ov lítla dystarvenjing í Le Havre, har hann seinastu tíðina sat á beinkinum fyri tað mesta. Hetta er eisini størsti trupulleikin hjá venjaranum hjá slovenum, Srecko Katanec, sum eisini er stúrin um, at fleiri aðrir stuðulsleikarar hava sitið dekan ov nógv á beinkinum seinastu tíðina.
Harafturat skal Slovenia royna seg móti eitt av sterkastu eystanlondunum, Ukraine kom víðari úr einum sera hørðum bólki, har teir megnaðu at halda Russland og stóru sensatiónina , Ísland, aftan fyri seg, hóast hetta at enda kravdi alstóra hjálp frá russiska málmanninum í avgerandi dystinum landanna millum.
Einasti trupulleikin, sum ukrainski landsliðsvenjarin, fyrrverandi stórleikarin Anatoly Demyanenko, hevur at dragast við, er, at liðskiparin Olexander Holovko er smáskaddur, men møguleiki er kortini fyri, at Holovko er somikið frægari leygardagin, at hann megnar at verða við í dystinum.
Spurningurin er eisini, hvussu stóran týdning tað hevur, um Holovko er førur fyri at spæla. Ukrainska liðið telur somikið frægar leikarar sum m.a. Oleg Luzhny úr Arsenal, Andriy Gusin úr Dynamo Kiev, Yuri Maximov úr Werder Bremen og so sjálvandi teir báðar áleypararnar, Serhiy Rebrov úr Dynamo Kiev og Andriy Shevchenko úr AC Milan.
Ukrainska liðið man vera millum vandamiklastu liðini í Europa, tá teir við fullari ferð fara fremeftir vøllinum, og kundi hetta m.a. síggjast í Champions League dystunum seinasta ár, tá Dynamo Kiev, haðani flestu leikararnir koma, mundi megnað at spælt seg í finaluna, men at enda mátti lúta fyri Bayern München.
Sum sagt er tað Anatoly Demyanenko, sum stendur á odda fyri liðnum, men spurningurin er, um tað í veruleikanum ikki er Valery Lobanovsky, sum hevur seinasta orðið at skula sagt. Hesin hevur nú starv sum tekniskur leiðari fyri landsliðið, umframt venjarastarvið hjá Dynamo Kiev, men nógv eru tey, sum halda, at Lobanovsky hevur nógv størri týdning fyri liðið enn Demyanenko. Seinastu 25 árini hevur Lobanovsky sligið navn sítt fast við 7?tumma seymi, og altíð hevur uppskriftin verið sami kviki kontrafótbólturin.
Hvør minnist ikki stórliðini úr Dynamo Kiev; 1975 við Oleg Blockhin, 1985 við Igor Belanov og seinasta ár við Andriy Shevchenko? Øll hesi lið vóru undir leiðslu av Lobanovsky, og harumframt hevði hann eisini leiðsluna av russiska landsliðnum, sum í 1986 hugtók allan heimin, áðrenn teir, orsakað av einum ódugnaligum linjuverja, taptu móti Belgia í 1/8 finaluni.
Ikki kann væntast annað enn, at Ukraine fer avstað við samlaða sigrinum móti Slovenia, og helst verður talan um greiðar sigrar í báðum dystunum. Munurin millum liðini bæði er alt ov stórur til at Slovenia kann megna at hótta Ukraine.
Samanumtikið
Má sigast, at talan helst verður um eitt sera spennandi kvøld. Spenningurin verður helst ikki minni mikukvøldið, tá liðini aftur hittast, tí sum kunnugt kann alt henda í fótbólti. Í hvussu so er so leingi, sum bólturin er rundur.