Tað er stórur munur á at tapa við tveimum ella fimm málum.
Hóast føroyska liðið sjáldan hevði nakran serligan leiklut í venjingardystinum móti Portugal, so stóð verjan fyri tað nógva stinn, og leingi líktist hetta einum líkinda úrsliti til okkara menn.
Seinastu løtuna skrædnaði tó av álvara. Trý mál vórðu skotin hesa løtuna. Øll eftir uppspæl í føroysku vinstru síðu, har Leif Niclassen hevði kanska truplastu uppgávuna av øllum móti Nani úr Manchester United.
Dysturin gav nógva spælitíð til fleiri spælarar, sum antin als onga ella bara heilt lítla spælitíð hava havt á landsliðnum áður, og í so máta man Jógvan Martin Olsen vera nakað klókari nú, enn hann var undan dystinum.
René Tórgarð, Leif Niclasen, Egil á Bø, Bogi Løkin og Andreas Lava Olsen spældu allir sín fyrsta landsdyst í kvøld.
Portugal-Føroyar 5-0 (1-0)
1-0: C. Martins, 23.
2-0: Simoa, 48.
3-0: S.P. Duda, 86.
4-0: B. Alves, 89.
5-0: Nani, 90.