Seinnapartin verður veðrið gott

Høvuðsstaðurin er hátíðarskrýddur, nú tað eru nakrir tímar, inntil ólavsøkan verður sett. Tað er ólavsøkuaftan. Nógv fólk var at síggja í býnum í gjárkvøldið og í nátt, og í morgun er lív við at koma í býin aftur.

Ólavsøkan verður sett klokkan 14. Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttarfólki og býráðslimum fer úr Kommunuskúlagarðinum og oman á Vaglið. Tað verður Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, sum fer at seta ólavsøkuna.

Sagt verður frá góðum veðri seinnapartin. Veðurvánirnar í morgun siga frá loti av suðri. Møguleiki er fyri, at sólin fer at síggja, men tað er eisini møguleiki fyri onkrum æli. Hitin verður millum 11 og 15 stig.