Nú hevur rómurin aftaná fyrstu føroysku EM-endaspælsluttøkuna lagt seg, og vanligu kappingarnar fara í gongd aftur.
Seinnapartin í dag vera tríggir dystir leiktir í SMS-deildini.
Klokkan 14 verður oddauppgerð í høllini á Hálsi í Havn millum Neistan og Kyndil. Somuleiðis klokkan 14 byrjar dysturin millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Klokkan 15 byrjar dysturin í Vágshøll millum VB og Stjørnuna.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 13 | 424 | 316 | 108 | 24 |
NEISTIN | 13 | 392 | 326 | 66 | 20 |
H71 | 13 | 406 | 355 | 51 | 18 |
STÍF | 13 | 377 | 368 | 9 | 16 |
VÍF | 13 | 398 | 372 | 26 | 12 |
EB | 13 | 332 | 399 | -67 | 7 |
STJØRNAN | 13 | 334 | 402 | -68 | 6 |
VB | 13 | 309 | 434 | -125 | 1 |