Í dag verður farið undir síðsta triðingin í ársins landskapping. Øll liðini hava spælt 18 dystir. Undantøkini eru KÍ og B36, sum fara at hittast í útsettum dysti í Klaksvík hóskvøldið 1. september ella hóskvøldið í aðru viku.
Higartil í ár hevur tað verið undantakið, at allir fimm dystirnir hava verið um somu tíð. Tað plagdi at vera vanligt, at fyrsta bríksl var sunnudagin klokkan 15, men soleiðis hevur tað ikki verið seinastu árini og als ikki í dag. Men í dag verður fótbóltur seinnapartin í Klaksvík, í Norðragøtu, í Streymnesi, í Gundadali og á Argjum.
Í gjár regnaði tað av grimd. Forsøgnin sigur, at tað seinnapartin verður turt summastaðni og aðra staðni fer at kennast úr honum, hitin verður upp í 10 stig, og ættin verður millum útnyrðing og útsynning.
KÍ – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Víkingur – B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Streymur – B36: Petur Reinert kl. 15.00
HB – Skála: Rani A. Skaalum kl. 15.00
AB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
-
KÍ | 17 | 16 | 1 | 0 | 47 | 4 | 49 |
Víkingur | 18 | 14 | 1 | 3 | 56 | 17 | 43 |
HB | 18 | 11 | 4 | 3 | 37 | 20 | 37 |
B36 | 17 | 8 | 2 | 7 | 32 | 16 | 26 |
EB/Streymur | 18 | 7 | 3 | 8 | 24 | 35 | 24 |
07 Vestur | 18 | 5 | 3 | 10 | 23 | 48 | 18 |
B68 | 18 | 5 | 2 | 11 | 26 | 39 | 17 |
AB | 18 | 5 | 2 | 11 | 24 | 49 | 17 |
NSÍ | 18 | 5 | 1 | 12 | 22 | 42 | 16 |
Skála | 18 | 1 | 5 | 12 | 21 | 42 | 8 |