Seinni vatnbrunnurin við Ánagjógv tikin í nýtslu

Mikudagin 9. oktobur skrúvaði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík kránan til tann seinna vatnbrunnin við Ánagjógv frá

Klaksvík:
Tað at tann seinni goymslubrunnurin nú er tikin í nýtslu, hevur við sær, at goymslan við Ánagjógv nú er tvífaldað, samstundis sum tryggleikin móti vatn neyð er munandi størri, tá eitt nú drúgt turr ? ella frostveður er. Og hetta er alt sóttreinsað vatn, talan er um.
Ikki øll hús í Klaksvík fáa sóttreinsað vatn sum er, og bygdirnar undir Klaksvíkar Kommunu, Árnafjørður, Norðoyri og Ánirnar eru eisini eftir.
- Men kommunan arbeiðir miðvíst víðari við at útvega øllum borgarunum í kommununi sóttreinsað vatn, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann fegnast um at tað gongur so væl við arbeiðinum at reinsa vatnið. Men tað er ein sera kostnaðarmikil verkætlan, og tá borgarstjórin hevði skrúvað kránan frá, var ein kaffimunnur at fáa. Hesa løtuna varð spurningurin um vatnavgjald reistur.
Millum annað varð tosað um, at í øllum førum virkini áttu at fingið eitt mark fyri nýtslu, og um tey so fara upp um tað, so skulu tey gjalda fyri tað.
Eisini vísti onkur á, at tað eru fleiri staðir í býnum at vatnslangur bert liggja og renna, og alt vatnið fer bert til spillis.
Tað harmaðust bæði býarverkfrøðingurin, borgarstjórin og aðrir um.
Á býráðsfundi í seinastu viku tosaði Hilmar Danielsen, býráðslimur um at eitt avgjald fyri vatnið bleiv sett.
Alt hetta prátið hesa løtuna norðuri við Ánagjógv var leysatos, men meiningarnar vóru nógvar og tað treyt ikki við hugskotum til møguligar loysnir. Men eitt vóru øll samd um, og tað er, at tað verður oyðslað alt ov nógv við vatninum sum er.

Avtala við SEV
Rávatnið til reinsiverkið við Ánagjógv kemur vanliga úr tveimum støðum, úr Svartadali og við Ánagjógv.
Fyri at gagnnýta allar verandi vatngoymslur í økinum, gjørdi kommunan í 1997 avtalu við SEV um samskipan av vatntøku millum Ánagjógv og Svartadal.
Meginreglan í hesi avtalu er, at SEV nýtir sum mest av vatninum til el-framleiðslu, samstundis sum Klaksvíkar Kommuna fær trygd fyri, at vatntørvurin í kommununi verður nøktaður.
- Hetta er ein ógvuliga gagnlig avtala fyri Klaksvík, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Sambært nevndu avtalu hevur Klaksvíkar Kommuna lagt eina leiðing í millum SEV-goymsluna í Strandadali og rávatnsbrunnarnar við Ánagjógv. Við hesi leiðing fær kommunan vatn úr Strandadali í turr og frostveðri.
Somuleiðis hevur SEV lagt eina leiðing millum Svartadal og SEV goymsluna í Strandadali.
Goymslubrunnurin er gjørdur úr betong og tekur 1800 rúmmetrar. Tískil er samlaða vatngoymslan við Ánagjógv nú 3600 rúmmetrar.